icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv-orrusta á 1. borði millum Klaksvík og Toftir: Ólavur vardi framúr væl ímóti Boga Ziska

Oliver Joensen

Drúgvasta og avgerandi talvið í dystinum millum Klaksvíkina og Toftir sunnudagin stóð millum Ólav Simonsen og Boga Ziska, sum í endaspælinum hevði 2 finnur fleiri og tí hevði ávísan fyrimun, men Ólavur vísti sín holla talvkunnleika við at halda javnleikinum, sum gav KTF sigurin.

Eitt í talvhøpi kent navn er strandingurin Bogi Ziska, sum nú í fleiri ár ikki hevur verið við á hægsta støði her á landi, men sum fyrr hevur víst síni góðu evni til talv og eisini hevur gjørt nógv við tað og tí framvegis hevur eitt í føroyskum høpi rættiliga høgt styrkistal. Eftur nøkur ár uttan stórvegis virksemi á høgum støði, liggur Bogi framvegis sum nummar 11 á føroyska styrkislistanum við 2164 í rating.
Fyri liðkappingina í 1. deild er tað tí bara ein vinningur, at Bogi er við aftur.
Sunnudagin sat hann við hvíta fólkinum yvir av sterkasta kortinum hjá heimaliðnum, Ólavi Simonsen, sum við sínum 2235 ratingstigum liggur á 5. plássi á føroyska styrkislistanum.
Lagt var tí upp til ein spennandi dyst teirra millum hesar báðar fremstu telvararnar á Klaksvíkar Talvfelag og Tofta Talvfelag sunnudagin.

Drúgvasta talvið.
Talvið teirra millum gjørdist tað drúgvasta í dystinum. Teir vóru teir einastu, ið telvaðu fleiri enn 40 leikir, meðan hini 3 talvini øll vóru liðug innan teir fyrstu 4 tímarnar, sum er samanlagda kvotan fyri teir fyrstu 40 leikirnar.
Bogi helt sjálvur, at hann kanska hevði ein lítlan fyrimun áðrenn skundin, sum bleiv, tá hann skuldi náa 40 leikum innan 2 tímar, men at hann helst gjørdi onkran heldur óneyvan leik tá, sum gjørdi, at støðan eftir hetta var so at siga púra jøvn.

Bogi vinnur sær fyrimun.
Sostatt var støðan rímiliga jøvn, tá teir fóru undir seinnu tíðarhelvt, sum er 1 tími til hvønn telvaran til at gera teir írestandi leikirnar.
Kortini mundi Bogi hava ein ávísan fyrimun í støðuni, við tað at hann hevði eina finnu meir, tá endaspælið byrjaði, og sum tað leið longur móti endanum, tóktist fyrimunurin hjá strandinginum at økjast.
Hesa løtuna stóð ikki betur enn væl til hjá Ólavi, og ivaleyst mundi Bogi hava vónir um ein sigur, so spentur tóktist hann hesa løtuna.

Ólavur vardi framúr væl.
Men móti Ólavi skal ein ikki kanna sær sigurin, fyrr enn allir leikir eru gjørdir, tí hóast Bogi at enda – við fáum fólkum á talvborðinum – hevði heilar 2 finnur fleiri enn klaksvíkingurin, so var Ólavur ikki til at knógva.
Tá Predrag Nikolic vitjaði í Klaksvík, lærdi hann telvararnar hjá KTF ymiskar teknikkir – eitt nú í sambandi við endatalv.
Og væl mann Ólavur minnast – í øllum førum hevði hann ikki gloymt ein av hesum teknikkum, sum gjørdi, at Bogi Ziska ongantíð slapp framat sigrinum.
Við hesum javnleikinum tryggjaði Ólavur KTF ein 2½-1½ sigur á TT. Tillukku við tí.