Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv, seinasta umfar – stórur spenningur í 1. deild: Nú fara telvararnir til Havnar at telva seinasta dystin – Havnin er favorittur at vinna FM

(
John Færø)

Leygardagin verður 10. og seinasta umfar telvað í talvkappingini, har serliga stórur spenningur er í 1. deild, hóast Havnar Telvingarfelag má metast sum favorittur, men framvegis kann nógv broytast.

Í talv-liðkappingum verður í hvørjum dysti telvað um heili 4 stig. Tí kann framvegis nógv henda í inniverandi kapping, hóast tað nú bert er eittans umfar eftir at telvað.
Sum skilst er tað vanligt í talv-liðkappingini, at seinasta umfari í flestu av deildunum verður telvað samstundis og á sama staði.
Soleiðis er eisini í ár.
Talvsamband Føroya hevur gjørt av, at seinasta talv-umfarið verður telvað í kommunuskúlaskálanum í Havn leygardagin kl. 14.00.

Havnin á odda
við einum stigi.

Undan seinasta umfarinum, sum verður telvað í morgin, leygardagin, er støðan tann, at Havnar Telvingarfelag (HT) liggur fremst við 20½ stigi.
Teimum á baki koma 3 jøvn lið, sum øll hava 19½ stig í part altso 1 stig minni enn oddaliðið úr høvuðsstaðnum. Hesi trý liðini eru Klaksvíkar Talvfelag (KTF), Tofta Talvfelag (TT) og Kollafjarðar Talvfelag (KT).
Eisini Talvfelagið Streymur (TFS) hevur ein teoretiskan møguleika at vinna FM-heitið í 1. deild. TFS hevur 18 stig á 5. plássi.
Vestmanna Talvfelag (VT) hevur samanlagt 11 stig á niðasta plássi og hevur tí ongan møguleika at vinna.

Støðan:
  Stig: Mótstøðustig:
1)  Havnin (HT)           20½ stig / 10 mótstøðustig
2)  Klaksvík (KTF)      19½ stig / 11 mótstøðustig
3)  Toftir (TT)              19½ stig / 10 mótstøðustig
4)  Kollafjørður (KT)    19½ stig / 9 mótstøðustig
5)  Steymur (TFS)           18 stig / 10 mótstøðustig
6)  Vestmanna (VT)         11 stig / 4 mótstøðustig

KTF besta
málmunin .

Sum tað sæst á støðuni omanfyri, so  hevur liðið úr Klaksvík tey flestu mótstøðustigini ella match-stigini, sum tað eisini verður nevnt. Hetta er eitt slag at málmuni.
At Klaksvíkin hevur besta málmunin merkir snøgt sagt, at felagið endar ovast, um so verður, at tað stendur á jøvnum í stigum.

Dystirnir
í 1. deild:

Toftir Steymur
Klaksvík Vestmanna
Kollafjørður Havnin

2. deild liggur
til eitt 3. pláss.

Seinasta umfarið í næststerkastu talvdeildini, 2. deild, verður eisini telvað í Havn leygardagin.
Her hevur besta liðið hjá Sandavágs Talvfelag longu tryggjað sær atgongd til 1. deild næsta ár, meðan teir bestu úr Runavík liggja næstovastir í deildini undan seinasta umfari.
Á triðja plássi liggur næstbesta liðið hjá Kl. Talvfelag, sum tí væntandi vinnur bronsuna í deildini.

Støðan í
2. deild:

1)  Sandavágur     26,0 stig
2)  Runavík           21,0 stig
3)  Klaksvík 2       19,0 stig
4)  Havnin 2          15,5 stig
5)  Vestmanna 2    15,5 stig
6)  Havnin 3          11,0 stig

Dystirnir
í 2. deild:

Í seinasta umfari leygardagin telvar liðini í 2. deild hesar dystir:
Sandavágur Havnin 2
Vestmanna 2 Klaksvík 2
Runavík Havnin 3