Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talvkapping um vikuskiftið

Oliver Joensen

Undirtøkan var sera góð og eini 70 luttakarar – umframt foreldur og onnur – møttust í Skúlanum á Argjahamri. Umstøðurnar at telva vóru framúr góðar í snotuliga skúlanum, og telvað varð í 4 bólkum.

Talvsamband Føroya skipaði fyri talvkapping fyri børn- og ung í vikuskiftinum.

Undirtøkan var sera góð og eini 70 luttakarar – umframt foreldur og onnur – møttust í Skúlanum á Argjahamri. Umstøðurnar at telva vóru framúr góðar í snotuliga skúlanum, og telvað varð í 4 bólkum.

Eftir lokna kapping fingu allir luttakararnir handað skreytblað, sodavatn frá ”Okkara” og okkurt søtt til tonna. Nr. 1 – 3 í bólkunum fingu harumframt handað medaljur.

Jón í Horni Nielsen vann bólkin 0 – 2. flokk, 3 – 5. flokk vann Leif Reinert Fjallheim, 6 – 7. flokk vann Ragnar Weihe og Høgni Egilstoft Nielsen vann elsta bólkin.

Sunnudagin 26. mei verður næsta talvkappingin fyri børn- og ung í Kollafjarðar Skúla. Lýst verður nærri á www.faroechess.com í vikuni, har fleiri myndir frá kappingini eisini eru at síggja.

Harleywoodpaint