Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talvkappingarárið 2006/2007: Eitt fantastiskt ár hjá Klaksvíkar Talvfelag

Hannefía Joensen

Kappingarárið 2006/2007 hevur verið eitt hitt besta nakrantíð í søgu Klaksvíkar Talvfelags, sum fyrst vann trífalt FM-gull í liðkappingunum í 1. deild, 3. deild og unglingadeildini, og mín sann um ikki telvarar hjá felagnum eisini vunnu helmingin av øllum heiðursmerkjunum, sum vóru at vinna í FM-talvkappingini fyri einstaklingar á páskum!!

Talvsamband Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at Klaksvíkar Talvfelag annað árið á rað var vertur fyri FM í talvi fyri einstaklingar, sum telvað varð vikuna undan páskum.
Høvið at halda FM 2007 var serligt, nú Klaksvíkar Talvfelag í ár kann hátíðarhalda 40 ár á baki.

Og aftur hesa ferðina varð skipað fyri einari fyrimyndarliga væl úr hondum greiddari kapping. Perfektir karmar og væl leidd kapping, har Mogens Nielsen, Petur Hans Poulsen og Tummas Martin Sólsker o.fl., skipaðu fyri.

Talan gjørdist um eina sera spennandi og javna FM kapping í øllum bólkum.

IM John Rødgaard sigraði í landsliðsbólkinum, eftir sera spennandi umdyst við verandi føroyameistarán Martin Poulsen.

Unglingbólkin sigraði Margar Berg, har fleiri hildu seg framat meistaraheitinum
1. bólk og Almenna bólkin vunnu brøðurnir Tummas Martin Sólsker og Mannbjørn Anthoniussen, úr Klaksvíkar Talvfelag. Brøðurnir sigraðu í kappingini um "breiddina" í føroyskari telving.

Klaksvíkingar vunnu
6 av íalt 12 medaljum
Samanumtikið vann Klaksvíkar Talvfelag helvtina av teim 12 heiðursmerkjunum. Tær 6 medaljurnar, ið vórðu verandi í býnum, eru hesar:

1. bólkur
Gull:
Tummas Martin Sólsker
Silvur:
Ingolf Gaard

Almenni bólkurin:
Gull:
Mannbjørn Anthoniussen
Bronsa:
Vagn Heldarskarð

Unglingabólkurin:
Silvur:
Bogi Eliasen
Bronsa:
Herborg Hansen

Kl. Talvfelag vann allar
liðkappingar tað luttók í
Í FM-liðkappingunum, sum endaðu fyrr í vár, vann Klaksvíkar Talvfelag fyrr í vár gull í øllum deildum, har felagið luttók, og tær vóru hesar:

1. deild
Gull:
Klaksvíkar Talvfelag

3. deild
Gull:
Klaksvíkar Talvfelag

Unglingadeildin:
Gull:
Klaksvíkar Talvfelag

Samanlagt ein ótrúlig sigursgongd hjá einum felag, sum júst í ár rundar tey 40 árini, síðani tað varð endurstovnað.
Hjartaliga tillukku, Klaksvíkar Talvfelag – bæði við hesum framúr úrslitum og við 40 ára føðingardegnum!