icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talvkappingin verður alt meira spennandi: Kl. Talvfelag vann 3-1 á Hvalvík og er nýtt oddalið í 1. deild.

(
John Færø)

Sterkastu telvararnir hjá Kl. Talvfelag hava lagt seg á odda í 1. deild, eftir at teir í dag vitjaðu í Hvalvík (leygardagin), har teir vunnu 3-1 við sigrum til Ólav Simonsen, Rana Nolsøe og Finnbjørn Vang.

Ólavur Simonsen sat sum vant við 1. borði fyri Kl. Talvfelag.
Hann hevði svarta fólki ímóti Martini Brekká, sum er ein hollur telvari. Í fyrra dystinum telvaðu teir báðir javnt, so her kundi talvið fara báðar vegir.
Sambært Ólavi sjálvum so hendi ikki so ómetaliga nógv í hesum talvinunum. Tað eydnaðist klaksvíkinginum at fáa ein lítlan fyrimun, sum hann síðani spældi uppá.
Teir komu út í eitt endatalv, har Ólavur hevði báðar bisparnar, meðan Martin hevði bisp og riddara. Her vístu bisparnir at roynast betur, umframt at Martin eisini hevði eina veika finnu.
Sostatt vann Ólavur talvið, sum varð liðugt eftir 38 leikir.
Hetta var fyrsta úrslitið í dystinum. 1-0 til gestirnar úr Klaksvík.


Beint eftir blivu Gunnar Joensen og Tummas Martin Anthoniussen eisini lidnir við teirra talv á 2. borði.
Tummas Martin hevði hvíta fólki í hesum talvinum, sum hann sá út til at standa rímiliga í – hildu teir – men so fekk Gunnar eitt rættiligt álop í lag, sum gav honum sigurin.
Tummas Martin, sum áðrenn endatalvið hevði eina finnu meir, helt aftaná, at hann átti at havt fingið meira burtur úr, men úrslitið gjørdist, at Gunnar vann talvið eftir 38 leikir.
Harvið javnaðu hvalvíkingar til 1-1 í dystinum.


Rani Nolsøe hevur ikki havt tað bestu úrtøkuna í seinastuni, men í dag kom vend í.
Við svarta fólkinum telvaði hann á 2 borði ímóti Finnbjørn Zachariasen.
Í fyrstu atløgu dámdi hinum klaksvíkingunum einki byrjanina hjá Rana, men analysurnar aftaná vístu, at Rani átti munin í støðuni meginpartin av hesum talvinum. Ein støða, sum tað eydnaðist honum at halda fast um, soleiðis at Finnbjørn at enda valdi at gevast
Hóast hetta var tað triðja talvið, sum varð liðugt í hesum dystinum, so høvdu teir bara gjørt 25 leikir, tá Finnbjørn legði kongin.
Við sigrinum hjá Rana kom KTF upp á 2-1.


Longsta talvið hesa ferð var tað hjá Finnbjørn Vang, sum við 3. borð sat yvir av Bergi Magnussen. Tað vardi umleið 5 tímar og 1 korter.
Fyri hinum at vísa seg sá talvið nokkso javnt út í byrjanini, men beint eftir tíðarneyðina, vann Finnbjørn eina finnu, og so byrjaði hann at fáa avgerandi fyrimun í talvinum.
Eftir 53 leikir hevði Finnbjørn vunnið talvið, sum gav KTF ein 3-1 sigur – umframt ein oddasess í kappingini.

Harleywoodpaint