Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talvolympiadan 2008 í Dresden: Føroyar vunnu fyrsta dystin 3-1 á Sri Lanka

Norðlýsið ÍTROTTUR

Við Heina Olsen á fyrsta borði vunnu Føroyar sín dyst í fyrsta umfari í Talvolympiaduni 2008 í Dresden í Týsklandi.

Sum so mangan fyrr, so luttaka Føroyar aftur í ár í Talvolympiaduni, sum verður telvað í Dresden í Týskland í tíðarskeiðnum 12. – 25. november 2008.

Í fyrsta umfari, sum byrjaði kl. 14.00 hósdagin 13. november, var mótstøðuliðið Sri Lanka, sum er seedað nr. 114. Føroyar eru seedaðar nr. 73 av teim 154 londunum.

Hendan dystin vunnu Føroyar 3-1, har Heini Olsen á fyrsta borði vann sítt talv, somuleiðis vunnu John Rødgaard og Martin Poulsen á ávíkavist 2. og 3. borði, meðan debutanturin og eykaleikarin í hópinum hesafer, Jóan Hendrik Andreasen, tapti sítt talv á 4. borði.

Samanlagt ein væntaður sigur á Sri Lanka.

Sambært heimasíðu Talvsambands Føroya, www.faroechess.com, er landsliðið – og borðsetingin – á Føroyska OL-landsliðnum 2008, er hendan:

IM Helgi Dam Ziska (2416) 
FM Heini Olsen (2368)  
IM John Rødgaard (2383) 
Martin Poulsen (2281) 
Jóan Hendrik Andreasen (debutantur og reservi) (2179) 

Víðari skrivar Talvsambandið, at tað er at frøast um, at serliga viðv. borðunum 1-3 er liðið søguliga javnt sterkt.

Telvað verða 11 umfør, har liðið verður mannað við 4 telvarum hvørt umfarið.

Liðleiðari er, eins og í OL 2006, Finnbjørn Vang, sum er varaforseti í Talvsambandi Føroya og annars er virkin telvari í Klaksvíkar Talvfelag.