Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talvudagur Hvítusunnudag fyri Føroyska Bíbliufelagið

Tíðindaskriv

Føroyska Bíbliufelagið hevur fastan talvudag í fólkakirkjuni. Talvudagurin er Hvítusunnudag, sum í ár er 8. juni.

Føroyska Bíbliufelagið hevur fastan talvudag í fólkakirkjuni. Talvudagurin er Hvítusunnudag, sum í ár er 8. juni.

Bíbliufelagið arbeiðir við fleiri stórum verkætlanum, eitt nú nýggjari týðing av Nýggja Testamenti úr grundmálinum og Nýggja Testamenti við lættlesiligum teksti, sum er nærri talumálinum á okkara døgum.

Endamálið hjá Føroyska Bíblufelagnum er:
– at geva út Bíbliuna og partar av henni á føroyskum máli og at fáa Bíbliuna út,
– at skipa fyri at týða Bíbliuna ella partar av henni, at endurskoða verandi bíbliuútgávur og at geva út bíbilsku skriftirnar í øðrum útgávum enn teimum løggildu, – at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika,
– at stuðla altjóða bíbliuarbeiði.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum er fíggjað við limagjaldi og gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.

Bíbliufelagið takkar fyri eina góða gávu til arbeiðið.