Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talvudagurin til Føroysku sjómansmissiónina

Føroyska Sjómansmissiónin

Føroyska Sjómansmissiónin hevur tey seinastu árini havt ein fastan talvudag í kirkjunum. Hesin er vanliga 5. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis), sum í ár er 17. juli

Talvudagurin er ein týðandi fíggjarligur stuðul í arbeiðinum hjá Sjómansmissiónini.

Í 104 ár hevur Føroyska sjómansmissiónin verið virkin millum sjófólkið, bæði á nærleiðum og á fjarðleiðum. At fáa Guds orð út til sjófólkið er høvuðsuppgávan og síðan at hjúkla um sjófólkið á ymiskan hátt við vitjanum, jólapakkum, geymum við kristnum sangum, andaktum,.. o.ø.

Alt hetta arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum og innsavningum.

Vón og bøn okkara er at væl verður tikið undir við talvudegnum.

Peningur kann eisini flytast á niðanfyri standandi kontonummur hjá Føroysku sjómansmissiónini.

 

Bank Nordik                       6460-151.120.5

Eik Banki                             9181-497.551.2

Norðoya Sparikassi            9865-103.429.9

Suðuroyar Sparikassi          9870-428.207.9

 

Bestu heilsur, við ynski um Guðs signing.