Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tamra Rosanes og Tinganest á Sørvágs Country- & Blues festival

tíindaskriv

Vit kunnu í dag avdúka 2 nøvn afturat, sum koma at framføra á Dungasandi til Sørvágs Country- & Blues festival, sum verður í døgunum 7. og 8. juni.

Vit kunnu í dag avdúka 2 nøvn afturat, sum koma at framføra á Dungasandi til Sørvágs Country- & Blues festival, sum verður í døgunum 7. og 8. juni.

Tey nøvnini, sum nú koma afturat eru: Tamra Rosanes og Tinganest.

Tamra Rosanes: Tamra Rosanes er amerikonsk country songkvinna búsitandi í Danmark. Tamra Rosanes er vælkend her í Føroyum, hon er nógv spæld í útvarpinum har hon hevur havt fleiri kvøðuljómaslagarar ígjønum árini, eisini hevur hon framført á konsertum í Føroyum. Tamra Rosanes byrjaði sína yrkisleið sum tónleikari fyrst í 70’unum og gav hon sína fyrstu plátu út í 1976. Síðani tá hevur hon givið eini 20 plátur og fløgur út, seinasta var í 2009 tá “A Green Tomorrow Today” kom út og í 2012 kom “The Very Best of… 40th Anniversary Album”, sum markeraði hennara 40 ára langa yrkistónleikalív. Tamra Rosanes er kend fyri sínar góðu konsertframførslur har hon megnar at skapa gott lív í og dugir sera væl at fáa samband við áhoyrarnar. Vit gleða okkum at uppliva Tamru Rosanes á Dungasandi fríggjakvøldið 7. juni.

Tinganest: Bólkurin Tinganest er kendur av hvørjum mansbarni í Føroyum. Teirra eykenda “Vágasound”

verður aftur í ár at hoyra á Dungasandi, har manfjøldin kann syngja við til teirra kendu sangir, so sum

“Annan Sang” “Válandi heim” “Upp á Tá” og ikki at gloyma “Vágagellan”. Bólkurin Tinganest var til fyrst

í áttatiárunum, men manningin hevur mynda fleiri ymiskar bólkar líka frá sekstiárunum. Fyrsta útgávan

hjá Tinganest kom út sum kasettuband í 1983, tað var “Upp á Tá” í 1986 kom “Nú Má Tað Vera” út, í 1989

Tinganest 3 og í 2004 kom fløgan “Longst Sum Best” út. Tinganest hevur framført nógv á palli gjøgnum árini, teir hava verði á festivalum, bygdastevnum, ólavsøkum, ymiskum konsertum og spælt til dans um alt landi.

Vit gleða okkum til at syngja við Tinganest á Sørvágs Country- & Blues Festivali.

Nú eru 10 nøvn kunngjørd, afturat teimum báðum kunngjørdu í dag eru, Eve Selis, Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Uni Debess, Rannvá Vesturklett, Sámal Ravnsfjall, Jackson og Blátt Gras.

Á heimasíðuni www.country.fo ber til at keypa atgongumerki. Campingpláss kunnu bert keypast frá Vága Kunningarstovu.

Vit síggjast í Sørvági

Sørvágs Country- & Blues Festivalur