Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tankar í samband við fíggjarlógarviðgerðina

Árni Skaale

Verður gongdin sum undanfarin ár, er tað heilt greitt, at neyðugt er við munagóðum og umfatandi tillaðingum í rakstrinum

 

 

Hendan samgongan er nú við at leggja seinastu hond á fíggjarlógina. Gongur alt sum vænta, verður fíggjarlógin fyri 2025 endaliga samtykt á Tingið í morgin.

I desember 2022 varð ein fíggjarlóg samtykt sum hevði eitt yvirskot á umleið 144 milliónir. Vit kunnu nú staðfesta at resultati fyri fíggjarárið 2023 var eitt hall á 215 milliónir. Sostætt 359 milliónir verri enn ætlað.

Fíggjaðarlógin fyri 2024 sigur at yvirskotið verður 4 milliónir. Hyggja vit inn á búskaparskipan landsins, so er tað væntaða resultati fyri 2024 eitt hall á 319 milliónir. Tað vil siga 323 milliónir verri enn ætla.

Fíggjarlógin sum væntandi verður samtyki í morgin hevur eitt hall á 120 milliónir.

Verður gongdin sum undanfarin ár, er tað heilt greitt, at neyðugt er við munagóðum og umfatandi tillaðingum í rakstrinum.