Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tankar um trø og villan vøkstur

Annika Steintórsdóttir Biskopstø

Hugaligt at síggja allar spírarnar kring rennibreytina. Góð 3000 trø og runnar eru plantaði har.

 

Í nærmastu framtíð kunnu vit eisini gleða okkum til, at eitt stórt vakurt furutræ Niðan Horn verður gróðursett, har vit á hvørjum ári hava staðsett eitt innflutt jólatræ. Somuleiðis arbeiða vit eisini við at fáa villan vøkstur kring sambýlið við Vágna, fyri at skapa lívd og nattúrligan vøkstur í býarrúminum.

 

Sum flest vita, er mín vón at nógv fleiri trø verða staðsett í almenna býarrúminum og í løtuni liggur eisini eitt tilmæli frá Heilsunevndini um, at staðseta nøkur vøkur og vælvaksin trø kring bókasavnið, so økið verður meiri torgkent og innbjóðandi í framtíðini. 

 

Tað eru nógvar góðar orsøkir til at planta trø og runnar, umframt at tey eru vøkur, so hava grøn øki eisini ein heilsufremjandi týdning fyri fólk og djór. Hetta stuðlar eisini undir einari sunnari vistfrøðiliga menning og er gott fyri umhvørvið. Men tað er týdningarmikið at trø verða staðsett skynsamt og væl. 

 

Tað er umráðandi at vit planta. Men tó ikki fyri ein hvønn prís. Vit eiga eina vakra náttúru og margfeldi er stórt. Eitt øki fer ikki í órøkt av at lata tað fáa frið. Hetta kann eisini leysgeva orku og pening, sum kann brúkast á sama øki á annan hátt. 

 

Annika Steintórsdóttir Biskopstø

 

Harleyfacadeacryl