Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tann guli Eysturoyingurin rør møguliga í summar

Jákup Ósá

Hann hevur vunnið átta meistaraheitir síðani 1998.

Eysturoyingur og Klaksvíkingur eru teir báðir mest vinnandi bátarnir hjá 10-mannaførum í nýggjari tíð (síðani 1998) við átta FM í part. Tað merir, at teir hava vunnið 16 av teimum 24 meistaraheitunum, ið kappast hevur verði um hea tíðina. Nú bendur okkurt á, at teir koma at kappast um, hvør sal verða mest vinnandi í summar.

 

Úr Norðlýsinum fríggjadagin (samrøða gjørd mánadagin)

Eysturoyingur nærkast við blandaðari manning

Ein av mest vinnandi bátunum í nýggjari tíð, Eysturoyingur, verður møguliga við. Guli Eysturoyingur hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ er væl ávegis at blíva mannaður, men enn er ikki komið á mál. Tað verður ein samanseting av eldri rógvarum, sum fyrr vunnu við Eysturoyingi og so nøkrum yngri, sum ikki hava roynt at róð við 10-mannafari áður. Tað hava vit fingið upplýst frá Kappróðrarfelagnum NSÍ. 

Harleywoodpaint