Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tann koppaða standmyndin

Frits

Yrking “Tann koppaða standmyndin”

Tað stendur ein standmynd

í einum grasagarði – tigandi og stumm,

so munnstill og eym,

sum gav tær ein dreym

um listaliga, kensluliga eyð.


Eg vildi hana átt,

so hon stóð í mínum urtagarði,

soeg hennikundi kínt-

dag og nátt–

hóast, at hon var eitt sindur køld,

so var slíkur ilur

í hennara kroppi og sál,

at hon í huga mínum

kyndi eitt listaligt bál.


Bruni er í hvørji spong,

í hvørji tægr og æðr,

í barmi og andlitsbrá,

um ennið, kinnklova,

í kroppi og stórutá.


Hon eggjar til listaligan dáð.

Kín henni, mussa hana,

tak um hana og sig okkurt

við hana um skaldakenda

listaliga trá.


Hetta dámar henni væl.


Á einari stummari nátt

gjørdist alt so kvirt og trist.

Fólk komu í óðum verkum framvið,

spottaðu hana,

lósu illbønir niður yvir hana

og rendu hana um koll.

“Ligg nú har títt ómæli,

hyl upp um høvur,

í tínum skaldaleysa

sortudíki!”


Eitt listaligt stumt skríggj

hoyrdist í eini viðalund

við alfara veg og rás.

Eitt ekkafult neyðarróp

í ómegd og sortnandi mótloysi

legðist yvir henda

Guðs skapning

í eini viðalund

á eini náttarstund.


Megurð kom í okkara føroysku sál

av hesi ódygd, sum fór um tún og stræti

til onnur lond

av hesi ómegds ond.


Grát , sál mín,

grát tíni turru tár

um henda sorgarins gleim.

Mong eru tey, sum hava havt vøkunætur

av hesi vondu gerð

í okkara listaligu verð.


Vit syrgja saman við tær,

elskaða Steinunn

ºórarinsdóttir,

og tíni kollrendu standmynd

í eini viðalund

eina ljósa, døkka, seina

summarmidnáttarstund.

Hetta var tryst!