Hvønn flokk skulu vit velja? – er stóri spurningurin sum Jógvan Ravnsfjall roynir at greiða.
Nú tað stundar til løgtingsvalið 2008, vil eg her royna at seta upp hvussu hesir flokkarnir, sum bjóða seg fram til løgtingsvalið, eru.
Eg havi nú í meira enn 40 ár fylgt við politikkinum hjá teimum ymsu flokkunum, lisið stevnuskráir og annars verið eygleiðari, tó ikki so eyðsýndur á tí politiska vígvøllinum.
Vit kunnu siga, at flokkarnir hava flutt seg politiskt við tíðini, tó stevnurnar og høvuðsrammurnar hava verið og eru nøkulunda tær somu.
At viðgera flokkarnar 10 til 40 ár aftur í tíðina gevur onga meining, tí tann politikkurin varð førdur undir heilt øðrum fortreytum enn í dag. Tí er best at lýsa flokkarar eftir teirra stevnuskráum, og hvussu teirra førdi politikkur hevur verið seinastu árini.
Samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin tykjast at vilja halda fram í samgongu, hóast stevið ikki hevur verið so gott í seinastuni.
Javnaðarflokkurin
sær út til fyri einhvønn prís at halda fram við somu samgongu, hóast hann ikki kann vísa á so nógv úrslit. Tó er styrkt er um samhaldsfasta eftirlønargrunnin og løgtingið hevur samtykt uttanríkispolitisku heimildarlógirnar, sum tó eisini fólkaflokkurin og sambandsflokkurin vilja kanna sær æruna av. Prísurin er, at hann fær løgmann og kanska ein landsstýrismann. Sum onkur tók til, tá hetta landsstýrið varð skipað: "Har var útsøla við heilt stórum avsláttri hjá Javnaðarflokkinum."
Javnaðarflokkurin hevur havt leiðsluna á pappírinum, men hevur ferð eftir ferð rent seg fastan í politiskt mál, har hinir flokkarnir hava sett løgmann upp í ein krók, so løgmaður til endans hevur verið noyddur at tikið við tí loysnini, ið annar flokkurin vildi. Sigast má eisini, at hinir samgonguflokkarnir hava á ein ella annan hátt fingið steðgað fleiri av teimum málum, sum flokkurin hevði sett sær.
At so Javnaðarflokkurin nú uppundir endan, ímóti etiskum morali innan demokrati, vildi leingja tingsetuna við tveimum vikum fyri at fáa síni mál ígjøgnum, styrkir ikki um álitið á flokkin sum ein demokratiskan flokk.
Javnaðarflokkurin roynir nú uppundir valið at gjara við almannamálum og tilfeingisbanka, mál sum hann ikki fekk ígjøgnum ella enntá havnaði í samgonguskeiðinum, men rokni eg ikki við, at veljarin letur seg ørkymla av hesum. Orðini, sum nú aftur verða tikin upp av valevnum javnaðarfloksins, "fiskurin er ogn føroya fólks," eru bert tóm orð. At støðan í veruleikanum er ein heilt onnur, er sjón fyri søgn, um vit hyggja at, hvussu fiskiloyvi verða handlað, og hvat virkin skip skulu keypa fiskiloyvini fyri frá teimum, sum eru óvirkin.
Í hesum og almannamálum skal nógv til, fyri at flokkurin skal vinna álitið millum veljararnar aftur, veljarar, sum frammanundan kanska hava verið ivasamir.
Sambandsflokkurin
hevur í samgonguni ligið sum lús millum tvær negl, og hevur harumframt havt stríð av innanhýsis ósemjum við einum formanni, sum ikki altíð hevur verið so greiður í avtalum, hann hevur gjørt við samgonguna. Eisini hava tingfólkini í ávísum málum, t.d. málinum um 266b og málinum um eitt valdømi, tikið heilt radikalar støður og komið við hóttanum um fylgjur fyri samgonguna og flokkin. Men tá alt er liðugt, er einki hent. Hetta vísir ikki eina sterka leiðslu, og skapar ikki álit á tingfólkini í flokkinum. Ringt er á vísa á, hvønn politikk sambandsflokkurin hevur fingið ígjøgnum. Tað er tað nú einaferð altíð, tí flokkurin, síðani hann varð stovnaður, hevur verið móti menningarrákinum í landinum, hevur verið tann flokkurin, ið ikki hevur kunna skilt sjálvstøðuga føroyska menning, t. d av tí føroysku mentanini. Flokkurin fær ein trupulleika, nú uppskotið hjá málstevnunevndini skal viðgerast, tí tað stríðir ímóti stevnuskrá floksins. Tó kann nevnast yvirtøkulógin, ið flokkurin fekk sett sítt fingramerki á. Flokkurin hevur eisini verið ógreiður í fleiri málum, t. d. hevur tað frá pørtum av leiðsluni verið rópt upp um at hækka blokkin aftur, meðan aðrir siga seg vilja hava ein sjálvberandi búskap. Her er langt glopp. Fyrr var tað soleiðis, at Sambandsflokkurin til valini vísti á, at uttan stuðulin úr Danmark kláraðu Føroyar seg ikki, men nú er tað vorðið til, at stuðulin er ov lítil, og tí vil flokkurin vísa á nøkur onnur virði, sum eru løgd fram undir valorrustuni. Men hetta eru mál, sum aðrir flokkar eisini hava, tó ikki kanning um limaskap í ES. Eitt er tó: tað er málið hann fór til val uppá í 2004 at eingin eykatollur skuldi leggjast á søtmeti og sjokulátakeks, sum landstýrismaðurin í fíggjarmálum frammanundan ætlaði at gera. Tað hevur hann hildið til nú í heyst, tá hann fekk sín nemesis, við at teirra egni landsstýrismaður legði hetta málið um eyatoll á sjokulátakeks og søtmeti fram. Málið datt tó burtur, m.a. tí flokurin ikki vildi leingja tingsetuna, sum annars ætlanin var hjá samgonguni.
Hin føroyski Fólkaflokkurin (radikalt sjálvstýri).
Fyri at sitera Jógvan Sundstein. "Hví eitur flokkurin hin? Tá má vera ein annar av slagnum."
Men tað er helst so, tí Fólkaflokkurin er líkur Loka í norrønu gudalæruni. Hann skiftir ham alla tíðina. Tá tað gagnar flokkinum, er hann ein sambandsflokkur, og tá tað gagnar flokkinum, er hann ein sjálvstýrisflokkur, sum t. d. nú uppundir valið, har hann roynir at vísa seg fram sum ein sjálvstýrisflokk, tí hann seinastu árini hevur verið í samgongu við sambandsflokkum.
Hesin flokkurin hevur vunnið mest við at verið í farnu samgongu, og vil tí fegin eftir komandi løgtingsval skjóta verðandi løgmann upp aftur, tí so fær flokkurin flest álitisstørv í landstýri og á løgtingi. Umframt at hann fær framhaldandi ført sín politikk, skattalætta og tað at ikki verður nortið við fiskivinnulóggávuna. Stendur tað til Fólkaflokkin, skal ikki eitt komma broytast í fiskivinnulógini, sum formaður floksins tók til. Nei, flokkurin vil heldur, at støðan skal verða sum nú: at bátar sum liggja soknir við bryggjuna skulu hava loyvi at selja fiskiloyvi til okursprís til teir, sum veruliga gera nakað við fiskiskapin. So tað hjá hesum seinnu verður uppaftur tyngri at fáa skipini at bera seg, meðan hinir við rættindunum til fiskiloyvini kunnu ríka seg upp. Henda politikkin kann flokkurin ikki halda upp á í longdini.
At flokkurin nú undir nýggja formanninum skal til at profilera seg sum eina sosial- og umhvørvisflokk er heilt nýtt, tí ígjøgnum árini hevur hann av hinum flokkunum altíð verið drigin til at fremja sosialar ábøtur, ella hevur hann verið ímóti. Tí eru vit í Føroyum, í mun til grannalondini, eisini komin so stutt á pensjónsøkinum. Og taka vit tað umhvørvisliga, so hevur flokkurin gjøgnum árini gjørt gjøldur burtur úr teimum, sum hava stríðst fyri umhvørvinum, heldur enn at stuðla. Av flokkinum eru tey kallað umhvørvistar, og av flokkunum í tinginum er hann tann, sum hevur barst harðast ímóti at fáa lógir á hesum økinum.
Um henda nýggja profileringin gagnar valúrslitinum hjá flokkinum er ivasamt. Veljararnir hava nú í mong ár sæð flokkin sum ein vinnuflokk, og hevur hann tá harðliga víst seg fram sum ein reinan borgarligan, høgravendan og kapitalistiskan flokk.
Tað, at flokkurin nú beint uppundir valið roynir at klæða seg í ein nýggjan ham, rokni eg ikki við flytir tær nógvu atkvøðurnar til hann.
Tað mest láturliga við hesum flokkinum tey seinastu árini er tó skjalið, flokkurin sendið donsku stjórnini, tá Danmark avgjørdi at vera við í innrásini í Irak í 2003, har flokkurin tók undir við innrásini, hóast løgtingið var ímóti. Tað var umráðandi at kunngera øllum Føroya fólki hesa støðuna hjá flokkinum tá. Flokkurin hevur í dag ikki funnið útav, at Danmark hevur tikið sítt herfólk úr Irak, og er tí enn á pappírinum við í innrásini í Irak. Í øllum førum hava føroyingar ikki fingið at vita, at flokkurin í fjør stuðlaði donsku stjórnini at taka hermenninar heim úr Irak.
Tjóðveldi
hevur í andstøðu verið ein sjónligur anstøðuflokkur á tingi, og hevur hóast tað fingið onkur av sínum uppskotum ígjøgnum, har málið um ein almennan málpolitikk kemur at standa sum ein varði í framtíðini.
Flokkurin hevur tó í ymsum sjónligum málum ikki staðið saman sum ein flokkur, og hevur tað tí ikki styrkt flokkin. Ja, tað eina málið gjørdi, at tingmannatalið minkaði við einum tinglimi.
Sum andstøðuflokkur hevur hann hetta seinast valskeiðið kunnað profilera seg sum einasta loysingaflokk, uttan at hugsað um samgongustev við nakran annan. Tí skuldi hann nú havt fyrimun í valinum í mun til hinar stóru flokkarnar.
Men tað er ivasamt, tí ikki alt er farið so friðaligt fram innanfloks seinasta valskeið, og tað kann ávirka valúrslitið.
Skal flokkurin í samgongu eftir valið, so má hann halda frið innanfloks, eins og hann ikki kann rokna við eini so víðgongdari stevnu, sum tá landsstýrið varð skipað í 1998.
Flokkurin hevur eisini í hesi tíðini skift navn, ella blakað floksheitið burtur. Samstundis kunngjørdi flokkurin nøkur hjartamál hjá flokkinum við nýggjum búmerki. Tað er ivaleyst misjavnt, hvussu hetta er móttikið millum tjóðveldisfólk, men tað kemur nokk ikki at ávirka valúrslitið.
At taka nøkur hjartamál fram hevur víst seg at smitta av upp á hinar flokkarnar, so tað var ivaleyst ein klók avgerð. Tað ræður um at vera fyrstur, og eisini við valskránni var hann fyrstur. Men hann hevur eisini havt stundir til tað í mun til hinar stóru flokkarnar.
Flokkurin vil gjarna í samgongu eftir valið, men tað verður ringt hjá flokkinum at finna samgongupartnarar, tí so stórar politiskar og persónligar gjáir eru millum tjóðveldisflokkin og hinar.
Men livst, so spyrst. Aftaná valið eru kanska heilt nýggj fólk komin í tingið, sum vilja nakað heilt annað enn tey, ið nú eru.
Sjálvstýrisflokkurin
hevur síðani heimastýrislógina slongst sum bukka millum sengur, hevur sum oftast verið í samgongu við onkrum av teimum størru flokkunum.
Politikkurin á pappírinum er hin sami, men tá bert ein og tveir tinglimir hava myndað flokkin, hevur tann førdi politikkurin verið eftir sum tingfólkini hjá flokkinum hava verið.
Undir fullveldislandsstýrinum gjørdi flokkurin eina eykasamgongu við Fólkaflokkin, og seinasta valskeiðið hevur flokkurin í ávísum førum verið við í samgonguni og øðrum førum uttanfyri, so ilt hevur verið at fingið eyga á, hvønn politikk flokkurin hevur ført.
Nú eru so fleiri nýggj fólk komin upp á listan, og roknar floksleiðslan við, at tey skulu fáa flokkinum meira atkvøður. Tað kann væl verða, men nøkur eru nýliga komin í flokkin bert av áhuga fyri einsæris málum, ella av misnøgd við førda politikkin ella persónlig viðurskifti við teirra fyrra flokk. Hvussu hesi fara at roynast fyri flokkin kann verða ivasamt. Tað hevur fyrr ikki víst seg at verið so heppið.
Sjálvstýrisflokkurin kann í øllum førum verða eitt gott boð um at vera við í eini komandi samgongu.
Miðflokkurin
hevur tann mest trongskygda politikkin av flokkunum. Hann fær tó, sum tílíkum flokkum líkt, ofta síni sjónarmið fram í politiska rúminum. Hann dugir væl at brúka kristindómin til sín egna fyrimun, og veit væl hvar hann skal trýsta á, fyri at fáa tey mest víðgongdu við sær. Men tað heldur ikki í longdini. Fyrr ella seinni kemur hann í rasshaft av sínum egnu sjónarmiðum, og noyðist at taka við loysnum, ið ganga móti tí, ið flokkurin sigur seg standa fyri, um hann skal fáa ávirkan á reellan politikk.
Tað, at flokkurin roynir at profilera seg sum ein reinan kristiligan flokk, og í politikki klikkir niður á hinar flokkarnar fyri í ávísum málum at arbeiða móti kristindóminum, ger, at hann hevjar seg sjálvan upp um hinar. Men tað ber ikki til, og hevur flokkurin longu nú víst, at hann klárar ikki at liva upp til hetta. Tí tá tað ræður um egin áhugamál, kastar hann allan etikk fyri borð, og hugsar bert um at sætta sær og sínum.
Tí hevur flokkurin lítið trúvirði, og vil ikki fáa ta stóru ávirkanina í framtíðini.
Seinasti flokkurin er Miðnámsflokkurin,
ið bert stillar upp við einum valevni, og kunnu vit siga, at hann bert hevur tvey mál á skránni.
Um hann fær sæti á tingi, so sigur hann seg at stuðla øllum málum, fær hann framt málið um nýggjan miðnámsskúla í Suðurstreymoy og tryggja øllum miðnámsskúlanæmingum somu kor við betri ÚS-skipan.
Hetta er nakað tunt at fara á val uppá, men atkvøðurnar hjá honum fara so ikki til hinar flokkarnar.
Kemur valevnið inn á ting, so kann tað verða ein stuðul hjá komandi samgongu, tí eg rokni við, at málið um nýggjan studentaskúla verður loyst í komandi tingsetu, óansæð hvørjir flokkar koma í samgongu.
Tað, ið er heilt sermerkt við hetta valið, er tað, at vit fyri fyrstu ferð skulu velja í einum valdømi, og so tað, at tað eru persónarnir, ið føra seg fram, meira enn sjálvir flokkarnir.
Hetta kemur ivaleyst at geva stóra broyting í tingmanningini, og hvusu arbeittt verður í tinginum framyvir.
Tað er so eitt, men so eru tað fleiri nýggj valevni í flokkunum. Valevni, sum ongastaðni hava hoyrt heima fyrr ella hava skift flokk frá seinasta vali. Hvussu flokstrúgv hesi koma at verða, kemur tíðin at vísa. Men tað tykist, sum fleiri av teimum ikki kenna stevnuskránna hjá flokkunum, og hvat flokkurin stendur fyri. Og eisini eru dømi um, at fólk hava valt skeivan flokk í uppstillingini, og eru síðani lopin yvir til annan flokk nakrar dagar seinni. Hetta virkar ógvuliga løgið, ella eru flokkarnir so líkir, at tað kann gera tað sama, hvønn flokk ein stillar upp fyri.
Hvør veit, kanska tann tú ætlar at velja flytir yvir í ein annan flokk eftir valið. So mikið hevur hent, og kemur fyri næstan í hvørjum valskeiði.
Fyri veljaran ger alt hetta støðutakanina enn fløktari.
Sum onkur tók til, tann politiski skøkjulevnaðurin trívist væl í løtuni.
gott val
Jógvan Ravnsfjall
Klaksvík




