Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tann triði vegurin – tann gongdi vegurin

(Hannefía Joensen)

Eg havi í valstríðnum ført fram, at størsta forðingin fyri framburði á sjálvstýrisleið er fatanin, at tað eru bert tveir møguleikar – annaðhvørt samband ella fullveldi.

Sambandflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, sum í hesum døgum eru á sjarmuferð saman kring landið, hava megnað at fryst hesa støðu so fasta í føroyskum politikki, at oyðimarkargongdin helst fer at halda fram í eini 100 ár afturat. Tað er ein sannroynd, at Føroya fólk seinastu 100 árini hevur hevur verið klovið í sjálvstýrismálinum.

Farna valskeið hevur prógvað, at tað finst ein triði vegur. Tann hóvligi vegurin, har yvirtøkur verða framdar í góðum samsvari við búskapin og við fólkið, og har sjálvsavgerðarrættur Føroya verður virdur, vardur og styrktur. “Vegurin fram at loysingini”, sum teir gomlu plagdu at taka til. Og síðani fólkaatkvøða.

Javnaðarflokkurin hevur prógvað, at tað ber til at ganga hesa leið – og at koma á mál.

Eydnast tann triðja kósin – so hava Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin helst útspælt sín leiklut í føroyskum politikki, og tí eru teir farnir í valstríð saman, fyri at fyribyrgja, at tað hendir.

Eg vóni, at veljarin gevur hesum veruleika gætur, tá ið krossurin skal setast leygardagin.
Øll stig á sjálvstýrisleið tikin av javnaðarflokkinum. Og so verður eisini í framtíðini.

Eitt samfelag, sum strembar eftir at verða sjálvbjargið er eitt sterkt samfelag.

Helena Dam á Neystabø

Vælferðarsamfelag og ein sterkur búskapur

Harleywoodpaint