Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tann umvenda verð: Ov nógvar ær í Føroyum

Danial Viðoy

Tíðum hoyrist at tað mangla kvinnur í Føroyum, men so er ikki við seyðahaldinum. Tað Mads Rambøll Wulf, dani. Støðan er hættislig, tí hetta kann hava ringar ávirkanir við sær, eitt nú máan av jørð (erosión).

Um seyðahaldið í Føroyum sigur hann við Kringvarpið á middegi, at mann kundi mann roynt at havt færri ær á einari oyggj í fyrstu syftu; til tess at kanna árinini av hesum.

Og um neytahaldið greiður hann frá, at mann burdi fingið 400 kálvar undan, uttan at drepa hesar. Fyri at føða teir, krevst nógv føði; tí sigur hann: – Alt gras burdi eisini verið sligið!

Ferðavinna og útbúgvingarmøguleikar til landbúnaðin

Ein grundleggjandi útbúgving er eisini vegurin. Tað burdu verið fleiri ymissar útbúgvingar til tess at betra um landbúnaðin. Harafturat sigur hann, at landbúnaðurin og ferðavinnan skuldi verði knýtt saman. – Tað hevði gagna báðum hesum vinnum.

At enda leggur hann afturat, at ein vegur til vinning, er at dýrka grønmeti.