Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tapuligt av løgmanni

John William Joensen

sigur John Dahl, formaður í uttanlandanevndini hjá løgtinginum, sum sigur at politiski signalini eru sera óheppin.

Formaðurin í uttanlandanevndini hjá løgtinginum heldur at løgmaður við at gera mun á donskum og íslendskum riddarakrossum, hevur verið sera óumhugsin og tápuligur.

– Føroya Løgmaður hevur í hesum málinum signalera nakað sum er sera óheppið.
– Javnaðarmenn hava allastaðir kring um í londunum rundan um okkum sagt nei til øll slík heiðurstekin.
– Fyrrverandi løgmaður Atli Dam tók bert móti einum slíkum krossi.
– Tað var frá russisku stjørnuni og tað var í samband við at føroyingar vóru fyrsta vesturlandið sum undirskrivaðu ein fiskivinnusátmála við russar.

Vannvirðing fyri dønum
– Eg haldi at løgmaður nú beinleiðis hevur vanvirt Donsku tjóðina og at føroya løgmaður við hesum sendir eitt persónlig signal um hvar hann stendur politiskt.
– Samstarvið millum Føroyar og Danmark er sera gott tí politikkurin hjá hesi samgonguni hevur verið sera vinarligur ímóti ríkisfelagsskapinum og tí skilji eg ikki at løgmaður ynskir at senda hasi signalini út.
– Eg haldi at hetta var beinleiðis tapuligt av løgmanni og politiskt ókorekt. 

Formaðurin í uttanlandanevndini ætlar sær ikki at gera meira við málið tí at hann sigur at politikarar hava fríheit til at gera og siga tað teir sjálvur meina og tí er tað upp til Jóannes Eidesgaard sjálvan um hann brúkar løgmannsembati til at umboða føroysku tjóðina ella seg sjálvan.