Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tara safari á Sjómannadegnum

Tíðindaskriv

Kom á tara safari og fá meira at vita um hvussu vit brúka tara í okkara matgerð

Í kvøld kl. 19.30 verður skipað fyri tara safari. Møtt verður við el-verkið á Strond. Síðani verður gingið og henta tara. Túrurin er umleið 1 tíma og fólk verða biðin um at vera í gummistivlum.

Aftaná verða tveir stuttir fyrilestrar á Húsarhaldskúla Føroya. Kári Purkhús fer at greiða frá um tara í Føroyum, og Per Mandrup, íð er kendur danskur kokkur frá Agro Tech í Århuus, fer at tosa um tara og matgerð.

Tiltakið er partur av skránni hjá norðurlendska fiskivinnusamstarvinum, sum Føroyar standa á odda fyri í ár Umframt tiltakið á Sjómannadegnum verða eisini eitt tiltak í Danmark og eitt í Grønlandi. Endamálið við tiltøkunum er at fáa fólk at brúka tara meira í matgerðini. Hóast tað er nógvur tari kring oyggjarnar, so er tarin í stóran mun ein óbrúkt rávøra í føroyska húsarhaldinum.

Tað eru tey bæði, Jóhanna á Tjaldrafløtti leiðari á Húsarhaldskúla Føroya og Leif Sørensen kokkur, sum hava staðið fyri tiltakinum í Føroyum. Tey hava gjørt royndir við tara og gjørt matuppskriftir, sum eru lættar at brúka í matgerðini í gerandisdegnum.

Leygardagin verður høvi at smakka ymiskar rættir við tara, hetta verður samstundis og á sama stað, sum tann stóra fiskabuffetin. Harumframt fáa fólk uppskriftir, har greitt verður frá hvussu tarin kann brúkast í matgerðini í gerandisdegnum.