Eftir ein arbeiðistúr í Gøtu at taka myndir av fyrstu deild hjá KÍ leygardagin, tóku vit okkum av løttum og koyrdu ein túr til Elduvíkar.
Hóast høgættin hevði slept, so var enn nakað av høgættarórógvi í sjónum og nakað av brimi var eftir. Niðri við sjóvarmálan lá tarin tjúkkur og uppi taranum gingu nakrar ær og sutlaðu góðbitar í seg. Tær sóu út til at vita hvat tær fóru eftir, tí við hvørt høvdu tær hug at trýsta høvdið undir eftir onkrum góðum, sum lá djúpt. Tær sóu ikki út til bara at eta tað, sum lá omaná.
Tá ein stendur soleiðis og eygleiðir, so fara tankarnir ofta á flog. Fyri stuttum var nógv gjørt burturúr at ein matstova í Føroyum, hevði fingið nakað av seyðakjøti úr skotsku oyggjunum. Ført var fram, at hetta var nakað heilt serligt, tí kjøtið var av seyði, ið hevði etið tara. Tosa var um “taraseyð”.
Í dag verður so nógv gjørt burturúr at greiða frá um sporføri. Helst eru tað teir ymisku víngarðarnir og whiskeybrennararnir, ið hava verið dugnaligastir at selja sína vøru við at siga viðskiftafólki frá serstøku vakstrar og framleiðsluumstøðunum kring víni og whiskeyið.
Her á landi hevur Regin á Bakka á Bakkafrost eisini duga sera væl at brúkt hesi søluhugtøkini, tá hann tosar um reinasta umhvørvið, serføroyska fóðuri og ikki minst at laksurin smakkar av Føroyum.
Kundi ikki lata vera við at hugsa um seyðin í taranum í Elduvík. Brimið skolaði niðan til seyðin, so seyðurin bleiv sjóbaskaður hendan dagin. Afturat tí, hevur seyðurin eisini okkara serstøku fjøll sum fóðurgrundarlag. Vanligt er at síggja føroyska seyðin í fjørðuni, hetta er ikki nakað serstakt fyri Elduvík, men ídag fingu hesir seyðirnir tankar mínar á flog.
Hví so stremba eftir at fáa so nógv kjøt burturúr sum gjørligt, við at fóðra, fáa tvílembur ella trílembur og so fram. Vit fara neyvan nakrantíð at megna at kappast við íslendingar og onnur grannalond um kiloprísin. Heldur áttu vit kanska at havt so økologiskan seyð sum gjørligt og saman við kjøtinum sent eina gjølla frágreiðing um hvønn einasta kroppin, um ættarbond, vakstrarøki og tílíkt.
Arla Unica, ið er ein deild av stórfyritøkuni Arla, hevur gjørt royndir í Føroyum við ostum og skinkum. Orsøkin til tess er, at vit hava serstakar møguleikar at turka, uttan at brúka tøknilig amboð.
Bøndur í Føroyum áttu kanska at tikið seg saman um eina deild, ið gjørdi slíkar royndir, tí um vit vilja tað ella ikki, so er økologiski vegurin helst hin rætti at hava eitt vaki eygað við.
Bara ein biltúrur í Elduvík.
Oliver




