Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Taskukrabbar og Rognkilsir

Oliver Joensen

Eigarin og formaðurin á útróðrarbárinum Bjørgvin, Jákup Páll Joensen, hevur gjørt royndir, við gørnum, eftir rognkilsum. Í hesum sambandi komu teir frámá, at nógvur taskukrabbi er við føroysku strendurnar, og tí fara teir á Bjørgvin í næstum at seta krabbarúsur.

Eigarin og formaðurin á útróðrarbárinum Bjørgvin, Jákup Páll Joensen, hevur gjørt royndir, við gørnum, eftir rognkilsum. Í hesum sambandi komu teir frámá, at nógvur taskukrabbi er við føroysku strendurnar, og tí fara teir á Bjørgvin í næstum at seta krabbarúsur.

Í egningarskúrinum hjá Bjørgvin á Stongunum, fingu við orð á Jákup Páll Joensen:

Frá tí eg var smádrongur á Syðradali minnist eg, av vit plagdu finna smá knýtir a rognum, hetta vóru rognkelsisrogn. Hetta var um summarið, seinni um heystið, funnu vit so smá rognkelsir í fjøruni.


Bakar og rognkilsir

Sunnanfyri millum bøgarðin og fýrin á Syðradali er eitt sker, ið vit kalla Eltræið, plagdu vit at síggja vaksin rognkelsir standa upp eftir skerinum um hásummarið. Á Fjørðu kunnu vit síggja trýnini á teimum stunda uppúr vatnskorpuni.

Eg má siga, at eg havi fylgt hesum fiskinum eitt sindur síðani. Onkuntíð tá eg havi gingið mær ein túr niðan á Borðoyarvík, so havi eg varnast at eitt nú bakur og kópur hava etið rognkilsir. Tað er ikki meira enn eitt halvt ár síðani ella so, at eg kom gangandi eftir gonguteiginum har, at ein bakur misti eitthvørt omanfyri vegin. Eg ómakaði mær at fara at hyggja hvat tað var, og tá sá eg at tað var eitt rognkelsishannur.


Royndarloyvi

Eg og synirnir, Hjalmar og Høgni hava gjørt nógvar royndir eftir rognkelum við maskinbátinum og eisini við Bjørgvin. Vit áttu nevniliga tvey gørn, sum vit settu ymsastaðni og tað vísti seg at vit fingu í nógvastaðni.

So funnu vit uppá at søkja um royndarloyvi. Hetta bleiv um somu tíð, sum fiskaaling fór at royna at brúka rognkelsi at minka um lúsapláguna í laksaaliringunum, so vit fingu eitt samstarv í lag um tað.


Munur á gørnum

Trupulleikin hjá okkum hevur tó verið, at vit ongantíð hava havt nóg mikið av gørnum. Royndirnar hjá okkum hava víst, at vit fingu líka nógv í gørnini, sum íslendingar, ið eisini royna eftir rognkelsum fáa í síni gørn. Ein eldri maður, ið nú býr á Signabø, men, sum hevur roynt eftir rognkelsum í Grønlandi segði tað sama, um vit fyri 1-3 rognkelsir í hvørjum garni, so var ikki at lata illa at. Men ein bátur sum okkara átti at havt eini 4-500 gørn standandi. Vit høvdu sum sagt 100 gørn, tey vórðu keypt ymsastaðni frá úr ymsum londum fyri at royna hvørji vóru best og faktiskt kundu bert eini 40-60 av teimum brúkast, tí hini gørnini fiskaðu als ikki.


Nær landi

Fyrsta árið, í 2012, royndu vit at seta djúpari fyrst í apríl og mai, tað vísti seg á byrja við, at vit fingu í ímillum 20 og 30 favna dýpi. Hetta riggaði í støðum, men so kom fyri at tað kom rættuliga nógv skøta í aðrastaðni og fløkti gørnini, so har bar ikki til at royna. Seinni fóru vit nærri landi, og síðstu tíðina heilt inn ígjøgnum. Besta tíðin er frá 1. Juli til hálvan september heilt inni við land, so nær sum túr torir at seta.


Taskukrabbi

Tað vísti seg eisini, at stóri taskukrabbin kom í gørnini. Hesin er eisini ein trupulleiki, tí hann fløkir gørnini. Okkara royndir siga, at taskukrabbin hevur neyvt sama ferðingarlag sum rognkelsi. Tá rognkelsini leita sær inn á grunt vatn at gýta, kemur taskukrabbin eisini, og so skjótt rognkelsini eru burtur, er taskukrabbin eisini burtur. Hetta hevur fingið okkum til at gita um, at taskukrabbin kemur inn fyri at eta rognini hjá rognkelsinum.

Eg haldi eg kann siga at vit fingu bara væl av taskukrabba, onkran dagin ímillum trý og fýrahundrað krabbar í 60 gørnum. Krabbarnir eru rættuliga stórir. Teir liggja um 2,5 kilo upp í 7 kilo heilir. Summir eru forferdiliga stórur. Kjaftarnir á tí eina vigaðu til samans 1740 gram, ella 870 gram hvør. Síðani haldi eg eisini at vit hava fingið onkran krabba ið var størri enn hasin.


Trupleikar við sølu

Ein trupuleiki var eisini søluliðið. Tað vísti seg ikki at vera bara bara at sleppa av við rognkelsisrogn og eisini høvdu vit í veruleikanum ongar fastar keyparar til krabbarnar sjálvt um stórur áhugi var fyri krabbakjaftunum , so nógvir krabbakjaftar fóru bara niður ímillum skins og hold til vinfólk og onnur. Fofish royndi tó at hjálpa okkum nakað. Men høvuðsorsøkin var at vit høvdu so lítlar nøgdir orsakað av sjálvandi at vit høvdu so fá gørn, sum fiskaðu. Men prírurin var góður onkuntíð, rognkelsini komu uppá 50 kr. Fyri kilo fyri heil rognkilsir og krabbakjaftarnar.

Vit gjørdu so eina roynd og hava fingið nógva vitan, síðani vit byrjaðu, men sjálvandi, vit ikki økonomiskar møguleikar at gera nógvar royndir og at blíva við at útvega okkum fiskiamboð, so vit hava fyri tíðina lagt um aftur til línu.


150 nýggjar krabbarúsur

Tó so, vit hava fingið stuðul frá góðum fólki her í samfelagnum at útvega okkum einar 150 krabbarúsur, tær eru komnar til landið, og synirnir Hjalmar og Høgni ætla sær at fara at royna eftir krabbum.

Uppá fyrispurning frá mær um hjáveiðu. Eg spyrjið tí tað hevur ljóðað at fuglur og annað kemur í gørnini. Jákup Páll Joensen sigur, at tað hava teir ikki sæð. Vit hava fingið onkran av teim gráu teistunum í gørnini, æðu, skarv ella lóm hava vit ikki sæt. Tað løgna er kanska at vit hava onkuntíð fingið makrel og sild, sum hava hingið fastar í knútunum. Tá má hava verið nakað væl til, tí meskarnir 125 til 135 millimetrar, so er rokni við at stimin man hava verið nakað ógvusligur sum er farin ígjøgnum tá nakað sum helst kann blíva fast. Eg kann nevna, at vit hava einaferð fingið ein pigvar í gørnini.

Tá tú skalt royna eftir slíkum fiskasløgum sum rognkelsi og so nær landi, so eru nógv ymisk fyribrigdi, tú skal leggja til merkis. Tað sum eg bleiv mest ovfarin av var, at tað kom fyri at gørnini blivu full av tara og øðrum lorti ímeðan tað ikki hevði drigið um fliðuna við landið.

Eg havi nevniliga lagt til merkis, at aldan úti á havinum hevur stóra ávirkan á hetta. Um vit lurta eftir aldumátingunum úti á havi og teir siga frá høgari aldu, so er onki hjá okkum at gera við gørnum, sjálvt um tað stendur við klettin inni á firðunum, tí tá blíva gørnini gravskitin.

Í løtuni eru vit spentir uppá at fara at royna við rúsunum. Við rognkilsunum eru vit komnir ov stutt, skulu vit dríva tað vinnuligt, so skulu vit sum sagt hava eini 4-500 gørn tøk, og tað hava vit ikki í løtuni, sigur Jákup Páll skipari og reiðari á Bjørgvin at enda.


Oliver


Myndirnar umborð á Bjørgvin eru tiknar á einum gággutúri í fjørðinum