Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Táttur eftir A.J.: Um burðarfarloyvið

Oliver Joensen

Til manningina á m/b "Farleivi"

Eg eiti Gunnar hjá Ginu,
og eg gangi heima við hús
og passi Jóhannu Katrinu,
mín heimur er sokkin í grús.
Sum skipari hevði eg planir,
nú alt hevur rokfiskarí,
men standi og mosi bananir
og blandi so olju uppí.



Eg út gjøgnum vindeygað hyggi,
og kenni meg mest sum eitt spott,
tí báturin liggur við bryggju,
og útróðrarveðrið er gott.
Malvina, mín elskaði kona,
er sett í ein leiðarasess,
á ráðstevnu í Barsil-lona
hon lærir at handfara stress.



Jú lívið, tað gjørdist mær stríggið,
eg kom á ein uriaspost,
at vaska og turka upp spýggju
og lesa um vælvaldan kost.
Her stinkar av rokaðum blæðum,
útsvínað hvørt seingjarbetrekk,
ein stakkur av tødnaðum klæðum,
er klárur at blaka vekk.



Um náttina gangi eg uppi,
tí eri eg komin í blund,
so ýlir hon hart eftir buppu,
og tað hevur stóran skund.
Eg vænti alt kemur í klutur,
um hon skuldi fingið eksem,
um salva skal á ella putur,
tað er mær eitt stórt problem.



Í meðan aðrir fortjena,
eg noyðist at finna meg í
at standa og røra maizena
og vakja á náttartíð.
So harðliga hoyrist hon skríggja,
at alt slær so púrasta klikk,
tí nú er tað nýggjasta nýggja,
at hon hevur fingið kolikk ….


            
A.J.