Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB á niðurflytingarplássi

Jákup Ósá

TB er eftir 17.umfar á niðurflytingarplássi eftir ein vánaligan fyrra hálvleik í Norðragøtu í dag.

TB er eftir 17.umfar á niðurflytingarplássi eftir ein vánaligan fyrra hálvleik í Norðragøtu í dag.

Tað vóru TB áskoðararnir, ið áttu sín fitta part av áskoðarafjøldini og sum eisini hoyrdust best gjøgnum dystin. Men úti á vøllinum vaknaðu TB leikararnir ikki fyrr enn ov seint var. Áðrenn teir vistu av, so høvdu persónlig mistøk kostað so mikið, at Víkingur var frammanfyri 3-0. Tað kundi eisini verið meira, tí TB málverjin spældi væl í fyrra hálvleiki. Víkinga liðið er væl styrkt á miðvøllinum nú Sam Jacobsen og Sølvi Vatnhamar eru komnir heim aftur. Og í fyrra hálvleiki tóktust Víkingar ikki vera darvaðir av stóra týdninginum av hesum dystinum, tí heimaliðið sat tungt á dystinum.

Í seinna hálvleiki vendist myndin, har TB liðið tóktist nógv meira uppsett og leikararnir trúðu meir uppá tað. Tað eydnaðist eisini í 70. minutti at minka um munin, tá Babacar legði inn fyri, har Ragnar Tausen var fyrstur á. Men TB liðið fekk ongantíð spenning í hóast onkrar góðar royndir. Sum tíðin gekk fekk Víkingur eisini sínar stóru kontra møguleikar. Heimaliðið hevði tamarhald á tí seinastu løtuna.

TB í tungum sjógvi

6 lið kappast í løtuni um bæði Europa League pláss(4. pláss) og niðurflyting(9.pláss). Í løtuni liggur TB til niðurflyting, meðan Víkingur í dag fekk eina góða byrjan uppá seinnu hálvu og ikki tykist sum eitt lið, sum fer at koma í niðurflytingarvanda. TB vinnur ikki á útivølli og hava truplar dystir fyri framman. Aldursforsetin er í tungum sjógvi í løtuni, meðan Sigfríður Clementsen við dystinum í dag og Europa League dystunum í summar hevur fingið eina góðan byrjan í Víkingi.

Harleywoodpaint