Tveir leikarar eru á veg til felagið. Og fleiri góð boð eru um, hvørjir hesir kundu verið.
Tveir leikarar eru ávegis til TB í summarsteðginum.
Fróði Olsen er formaður í TB og hann sigur, at í TB verður arbeitt við at styrkja liðið í summar. TB misti undan summarsteðginum útlendska leikaran Franck Odje Able. Men nú bendur nógv á, at styrkur kemur til liðið.
– Við arbeiða við at styrkja um liðið, og í løtuni eru tveir leikarar uppá tal. Men einki konkret er enn komið uppá pláss, so enn er ov tíðliga at siga, hvussu verður. Men eg kann siga so mikið sum, at talan er um álopsleikara og miðvallarleikara, ið vit hugsa um og hetta eru leikarar, sum hava spælt í Føroyum áður, men meir kann eg ikki siga, sigur Fróði Olsen.
Hann sigur, at í TB eru teir nøgdir við kappingarárið, tí TB var mett undan kappingarárinum at enda nummar 10, men liggur í løtuni á deildum 6. plássi.
Hvørjir eru leikararnir?
Spurningurin er so, hvørjir leikararnir eru, ið TB ætlar at fáa suður. Søgan sigur okkum, at tað nærmast uttan undantak eru útlendingar, ið liðini í Suðuroynni styrkja seg við.
B36 hevur við stuttari tíð síðani endað sítt samstarv við álopsleikaran Ibrahima Camara, ið tó framvegis hevur sáttmála við B36, men sum neyvan verður partur av besta hópinum aftur. Tað er neyvan óhugsandi, at hann er álopsleikarin, sum TB roynir eftir. ÍF álopsleikarin Adeshina Lawal hevur fyrr í ár verið settur í samband við fleiri feløg, men tað tykist ikki sum um at nakað hevur verið í hesum søgunum, og tað tykist ikki vera upplagt hjá honum at skifta ÍF út við TB. Verður talan um føroyskan leikara, so er Poul Ingason úr HB eitt gott boð. Hann hevur fleiri ferðir áður verið settur í samband við sítt barndómsfelag, men ivasamt er, um nakað hevur verið í søgunum.
Tá vit koma til miðvallarleikarin, so er Evrard Blé ein av leikarunum, sum í løtuni ongan sáttmála hevur við nakað felag. Tí kundi hann verið eitt boð.




