Roknast má við at TB fær eina bót fyri ikki at hava ansa eftir dómaranum
Vit hava roynt at frætt meira um niðurstøðuna hjá Kappingarnevndini, men uttan at vita tað so kunnu Tvørámenn nokk vænta eina bót umframt leikbannið (3 leikdagar) sum liðskiparin, Jón Johannesen hevur fingið.
Tá rokdystur var í Klaksvík í 2000 og áskoðari sló linjuverja, bleiv KÍ dømt at gjalda 10.000 krónur.
Sambart upplýsingum sum hava verið frammi í fjølmiðlunum hava áskoðara á Tvøroyri sparka og sligið dómaran, tá hesin var á veg av vøllinum.
Tað kann tí roknast við at TB eisini fær eina bót upp á 10.000 krónur.
Dómarin og linjuverjin
So er spurningurin um dómarin kanska telur meira enn linjuverjin. Um so er so kann roknast við eini peningabót til TB sum er størri enn tann KÍ fekk.
Ein kann kanska skemtandi leggja afturat at støddin á bótini sum TB skal rinda, kemur at vísa um kappingarnevndin metir tað skal vera munur ímillum at sláa ein dómara ella linjuverja.
Meira seinri




