Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB fingið 8 nýggjar leikarar

Jákup Ósá

TB ætlar sær eina topp 4 endastøðu og hevur eisini fingið meira styrk enn kanska nakrantíð fyrr.

TB ætlar sær eina topp 4 endastøðu og hevur eisini fingið meira styrk enn kanska nakrantíð fyrr.

Tað hoyrir til søguna, at TB hevur mist 7 leikarar frá hópinum, sum spældi seinasta partin av kappingini í fjør. Men í dag gjørdi TB sáttmála við 8. nýggja leikaran, ið kemur uttanífrá, um vit telja Kofi Appiah uppí, sum í fjør ikki fekk spæliloyvini uppá pláss fyrr enn til tveir teir seinastu dystirnar. Nýggjasti leikarin er 18 ára gamli Absalon Eliasen, sum hevur verið partur av fleiri føroyskum U-landsliðum, men sum annars altíð hevur spælt í Danmark. Tað er TB heimasíðan, sum boðar frá hesum. TB hevur alment meldað út, at málsetningurin hjá felagnum er at koma í topp 4.

Tilgongd: Ndende A. Guéye, Salmundur Bech, Joslain Mayebi, Herve Din Din, Kofi Appiah, Signar H. Olsen, Árnar Rúnar Ørvarsson, Absalon Eliasen

Frágongd: Martin Tausen, Ivan Stojkovic, Heine Mortensen, Jonas G. Hansen, Patrik Johannesen, Andri Freyr Bjornsson, Arthur D. Poulsen

Harleyfacadeacryl