TB hevur fingið stig móti teimum flestu av topp 5 liðunum.
Sunnudagin fær KÍ vitan av TB í Effodeildini. Útfrá stigatalvuni er lætt at siga, at KÍ kanska er greiður favorittur, tí nógv stig eru á muni millum liðini. Men hyggja vit nærri eftir TB, so er tað eitt lið, sum í ár hevur givið teimum bestu liðunum dygga mótstøðu.
Úrslitini hjá TB móti topp 5 liðunum higartil eru:
TB-KÍ 0-1
TB-HB 0-1
B36-TB 0-0
Víkingur-TB 2-1
TB-NSÍ 2-1
TB-HB 0-0
Dystir: 6
TB vunnið: 1
Javnleikur: 2
Tapt: 3
Málúrtøka: 3-5
Sum sæst á hagtølunum, so hevur TB serliga í verjupartinum gott tamarhald á, tá teir møta teimum bestu, tí tað er bara Víkingur, sum á heimavølli hevur klárað at skora meir enn 1 mál móti TB. Hinvegin hevur TB eisini trupult við at skora mál hesar dystirnar, har tað bara í tveimum dystum hevur eydnast at skora. Men givið er, at hagtølini omanfyri benda á, at dysturin sunnudagin í Klaksvík kann blíva nógv meira spennandi, enn stigatalvan kundi bent á.




