Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB-KÍ upptakt

Jákup Ósá

Sunnudagin er 1. umfar á skránni í Effodeildini. TB og KÍ bresta saman í kanska mest áhugaverda og at síggja til spennandi dystinum við Stórá.

Í vikuni uppundir dystin er greitt, at fleiri lið hava havt trupulleikar við at fingið loyvini hjá sínum útlendingum uppá pláss. M.a. spælir FC Suðuroy uttan fleiri leikarar og ivasamt er, um KÍ og TB hava fingið loyvini uppá pláss fyri allar sínar útlendingar áðrenn dystin sunnudagin.
Hjá KÍ eru flestu leikararnir tøkir til dystin og einki leikbann er. Evrard Blé fór út við skaða móti B36 og spældi ikki í Klaksvíkskappingini, meðan Páll A. Klettskarð enn ikki hevur spælt nakran minutt i venjingardystunum í ár. Tí er ivasamt, hvønn leiklut hesir báðir koma at spæla sunnudagin.
Dysturin við Stórá í Trongisvági byrjar sunnudagin kl. 15.00 og dómari verður Petur Reinert.
Harleyfacadeacryl