Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB leigar málverja úr KÍ

Jákup Ósá

Tað verður ein klaksvíkingur, sum sunnudagin verjir málið hjá TB.

Tað verður ein klaksvíkingur, sum sunnudagin verjir málið hjá TB.

TB hevur seinastu tíðina havt málmanstrupulleikar við at málverjar av ymiskum orsøkum ikki hava verið tøkir og til hetta vikuskiftið er aftur neyðugt at leiga málverja. TB hevur gjørt avtalu við KÍ um at leiga 36 ára gamla Meinhardt Joensen til dystin móti NSÍ sunnudagin. Charlotta Nielsen, samskipari í TB, váttar, at avtalan er komin undir land og øll viðurskiftir uppá pláss. Hon sigur, at avtalan millum TB og KÍ er galdandi fyri hendan eina dystin. Eftir tað opnar flytingarvindeygað, og TB arbeiðir við at finna eina loysn á málmansøkinum fyri restina av kappingarárinum. 

Meinhardt Joensen er royndur málverji, sum seinastu árini hevur vart málið hjá KÍ. Frammanundan hevur hann eisini umboðað onnur feløg sum m.a. B36, NSÍ, GÍ og B68. Í ár hevur hann tó fyri tað mesta sitið á bonkinum hjá KÍ.

TB møtir NSÍ á heimavølli sunnudagin í fyrsta dystinum hjá nýggja venjaranum Sigfríði S. Clementsen. Og samstundis verður tað fyrsti dysturin hjá klaksvíkinginum Meinhardt Joensen í TB.