Javnleikurin hjá KÍ í gjár ger, at TB má fáa stig í dag fyri at varðveita møguleikarnar fyri at halda sær í deildini.
KÍ kom við javnleikinum í gjár upp á 24 stig og hevur nógv betri málmun enn TB. Tí kemur TB ikki uppum strikuna í dag. Men fær TB stig, so er alt líka opið sum frammanundan, hóast hetta umfarið lá meira til TB enn KÍ.
Við øðrum orðum skal TB hava minst 4 stig afturat fyri at koma framum KÍ. Siga vit, at KÍ t.d. fær 3 stig móti 07Vestur seinasta umfar, so skal TB hava minst 7 stig. So í løtuni sær tað betri út hjá KÍ, men royndirnar í ár siga, at tað kann skifta so skjótt í botninum.
Hjá AB frætta vit, at Rógvi Poulsen er keyptur heim til dystin, so tað verður eitt fullmannað AB lið, sum fer á vøllin við Stórá í dag. Hjá norðoyingum er størsti óttin, at argjamenn einki hava at spæla fyri og tískil kann TB skjótt fáa ein sigur. Lagt er í øllum førum upp til ein sera spennandi og avgerandi dyst við Stórá í dag.
Dysturin byrjar kl. 17.00 og dómari verður Petur Reinert.




