Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB og B36 ósamd um endurgjald

Jákup Ósá

TB og B36 eru ikki samd í, um TB eigur rætt ti fult endurgjald fyri Rógva Joensen ella ikki.

TB hevur rætt til 40.000 kr. sambært leikarareglugerðini, um so er, at felagið hevur uppfylt krøvini fyri hesum mótvegis Rógva Joensen. Sum skilst eru feløgini ósamd um, hvørs TB hevur rætt til endurgjald ella ikki. B36 metir ikki, at TB hevur rætt til at krevja hetta.

Næstformaðurin í TB, Jens Rói Sørensen, sigur við nordlysid.fo, at arbeitt verður við málinum, men at feløgini ikki eru samd. Meir vil hann ikki siga um málið.