Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TB og Skála hava søguliga stórar trupulleikar

Jákup Ósá

Hagtølini siga, at lið sum skora so fá mál fyrstu seks umførini enda millum tey bæði aftastu liðini.

Tá talan er um at skjóta mál.

TB og Skála hava fyrstu seks umførini verið syndarlig til at skora mál. Bara tvær ferðir hava tey skorað mál. Søguliga sæð er hetta sjáldsama vánaligt. Tí aftur til 1975, tá FaroeSoccer byrjar at skráseta hvørt umfar sær, so eru bara seks lið, sum áður hava skorað so fá mál eftir 6 umførum. Felags fyri tey øll var, at tey endaðu millum tvey tey aftastu. So skulu hagtølini halda, so flyta hesi bæði liðini niður í ár. Men tey kunnu tó ugga seg við, at B68 bara hevur skorað eitt mál meir og trý mál fyrstu seks umførini er eisini millum søguliga fá mál.

Vánaligastu hagtølini viðv. at skora mál fyrstu seks umførini:

2016: TB og Skála 2 mál fyrstu 6 umførini,enda nr. ?

2012: FC Suðuroy 0 mál, endaðu nr. 10 av 10 liðum

2003: Skála 1 mál, endaðu nr. 9 av 10 liðum

1997: B71 2 mál, endaðu nr. 10 av 10 liðum

1989: LÍF 1 mál, endaðu nr. 10 av 10 liðum

1988: TB 1 mál, endaðu nr. 9 av 10 liðum

1985: ÍF 1 mál, endaðu nr. 8 av 8 liðum