Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

TB/FC Suðuroy/Royn missir enn ein leikara

Jákup Ósá

Føroyskur leikari, sum spældi 26 av 27 dystum í 2017, verður ikki tøkur í 2018.

Tað er stór útskifting í hópinum hjá TB/FC Suðuroy/Royn undan kappingarárinum í ár. Fyrst gjørdist greitt, at útlendingarnir blivu skiftir út umframt, at venjarin bleiv skiftur út. Seinni er eisini greitt, at fleiri av føroysku lyklaleikarunum ikki vera tøkir hjá suðuroyingum í 2018. Liðskiparin Rógvi Joensen verður ikki við, sum er skrivað fyrr. Og nú er greitt, at 22 ára gamli Jón Áki Jacobsen heldur ikki verður tøkur. Hann spældi 26 av 27 dystum í 2018. Tað váttar formaðurin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen. Sum skilst er eisini ógreitt, um Heri Kjærbo heldur fram. Hann spældi 21 dystir í fjør. Sostatt hevur felagsliðið fingið tilgongd av trimum nýggjum leikarum, meðan minst sjey leikarar eru farnir úr hópinum. TB/FC Suðuroy/Royn endaði á 8. plássi í fjør.

 

 

Tilgongd:

Dennis Nielsen

Milos Budakovic

Isaac Shaze

 

 

Frágongd:

Mats Walberg

Anton Holse

David Múller

Jón Krosslá Poulsen

Marius Berntzen

Rógvi Joensen

Jón Áki Jacobsen