Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

TB/FC Suðuroy/Royn missir lyklaleikara

Jákup Ósá

Suðuroyingar missa týðandi leikara, sum harafturat telist millum royndastu leikararnir í hópinum í fjør.

Liðskiparin og næstelsti føroyingurin á liðnum verður ikki tøkur hetta kappingarárið. Hann fer av landinum í lestrarørindum.

Ein av lyklaleikarunum hjá fyrst TB og í fjør hjá TB/FC Suðuroy/Royn var Rógvi Joensen, sum eisini í fleiri ár hevur verið liðskipari. Hóast hann bara er 24 ár, so var hann í fjør næstelsti føroyingurin á liðnum hjá suðuroyingum. Hann váttar fyri Norðlýsinum, at hann fer av landinum í lestrarørindum og tí væntandi ikki spælir við TB/FC Suðuroy/Royn í ár.

Rógvi Joensen hevur hevur spælt 111 dystir í bestu deildini umframt, at hann hevur umboðað U17, U19 og U21 landsliðini.

Hetta er 7. leikarin, sum fer burturav hópinum hjá TB/FC Suðuroy/Royn, sum spældi í seinnu hálvu í fjør. Tríggir nýggir leikarar eru komnir til.

 

Tilgongd:

Dennis Nielsen

Milos Budakovic

Isaac Shaze

 

 

Frágongd:

Mats Walberg

Anton Holse

David Múller

Jón Krosslá Poulsen

Marius Berntzen

Heri Kjærbo

Rógvi Joensen