Í kvøld verður fyrsta venjingin hjá samanlagda liðnum úr Suðuroynni.
TB skrivar á sínari heimasíðu, at Karl Øster og Palli Augustinussen koma at standa fyri venjingini til ein venjari er funnin. Sum skilst, so verður framvegis arbeitt við einari útlendskari loysn og sambært Sosialinum, so verður talan um svenskan venjara. Fyrr hevur samband verið við danska venjaran Jonas Dal.
Nýggja suðuroyarliðið bjóðar øllum vælkomnum at venja við, ið hava áhuga at venja við vaksnamannadeildini. Venjingin verður við Stórá kl. 18.00.




