Tað er í dag 12. Septembur 10 ár síðani at hondbóltsfelagið Team Klaksvík sá dagsins ljós.
Fríðin Ziskason, Kristian Andreasen, Niclas Niclasen og Meinhardt Joensen, tóku tá stig til at endurreisa mannfólka- og dreingjahondbóltin í Norðoyggjum, eftir at Stjørnan 4 ár frammanundan høvdu givið skarvin yvir.
Lagt varð róliga frá landi, við einum liði í aftastu deild hjá monnum, men tað var sjón fyri søgn, at tað ikki bert vóru vaksnir menn, men eisini ungir dreingir, ið høvdu hug til hondbóltin. Felagði er støðug voksið, og hevur í dag nakað fleiri enn 100 íðkandi hondbóltslimir.
Hóast Team Klaksvík er eitt dreingjafelag burturav, so stendur ein kvinna í dag við roðrið. Helena Kallsberg hevur seinnu árini víst eitt serligt nærlagni í felagnum, bæði hjá teimum vaksnu og teimum yngri. Helena kom, sum tann fyrsta kvinnan, í nevndina fyri tveimum árum síðani, og í heyst skrivaði Helena aftur søgu, tá hon tók við sum formaður.
Enn er langt á mál hjá Team Klaksvík, men 10 ára føðingardagurin verður hildin við stoltleika. Felagið er vorið størri enn nakar droymdi um, og við miðvísa ungdómsarbeiðinum, sum fólk í felagnum leggja fyri dagin í dag, sær framtíðin hjá felagnum bjørt út.




