Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík á heimavølli í steypakappingini í kvøld

Jákup Ósá

Í kvøld spælir Team Klaksvík steypadyst.

H71 2 vitjar í Klaksvíkar Badmintonhøll. Team Klaksvík spældi javnleik fyrsta dystin og má vinna hendan dystin fyri at hava møguleikar at koma víðari. Hetta er fyrsti dystur hjá H71 2 og tí er trupult at meta um styrkina hjá hoyvíkingum, sum áður hava klárað seg væl við sínum næstbesta liði.

Dysturin í kvøld byrjar kl. 19.00.