Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík á heimavølli í steypakappingini leygarkvøldið

Jákup Ósá

H71 2 vitjar í Klaksvík.

Leygarkvøldið verður annar dystur í bólkaspælinum. Í fysta umfarinum vann H71 móti Team Klaksvík, meðan StÍF vann á H71 2.

Hesaferð vitjar H71 2 í Klaksvík, og her kann verða neyðugt hjá Team Klaksvík at vinna, um møguleikin fyri hálvfinalu skal liva til síðsta umfar. Team Klaksvík hevur fingið góð úrslit síðstu tíðina, men júst H71 2 hevur fyrr argað Team Klaksvík við at vunnið í Klaksvík.

Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøll byrjar leygarkvøldið kl. 18.00.