Team Klaksvík megnaði at venda einum 17-15 tapi í fyrra hálvleiki til ein tryggan 28-33 sigur.
Sera áhugavert var at síggja Team Klaksvík í dysti ídag í Vestmanna.
Í fyrra hálvleiki bendi alt á, at tað fór at vera VÍF, sum fór at fara avstað við sigrinum. Men serstakliga ungu Team Klaksvík leikararnir og spælandi venjarin vístu, at Team Klaksvík uttan ivað fer at liggja væl fyri í deildini í ár.
VÍF setti dagsskránna í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki sást, at Team Klaksvík hevði fleiri streingir at spæla uppá enn VÍF og vann Team Klaksvík tí hálvleikin við 7 málum til endaligu støðuna 28-33 til Klaksvíksliðið eftir 17-15 til VÍF í steðginum.




