Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík danskan málverja

Jákup Ósá

Nýggjur danskur málverji kemur til Klaksvíkar.

Team Klaksvík hevur í vikuni gjørt avtalu við danska málverjan Kristoffer Rothaus Hedegaard. Kristoffer er uppvaksin í HF Mors, sum er móðurfelag hjá Mors-Thy, sum spælir í bestu donsku deildini. Hann hevur verið við á fleiri økistalentliðum í ungdómsárunum, og var millum annað við til at vinna jyllandsmeistaraheitið í U18. Kristoffer er 20 ára gamal, og hevur seinasta árið verið ein partur av 2. liði hjá Mors-Thy. 

Kristoffer kemur til landið ein av komandi døgunum, og fær tí tað allarsíðsta við av fyrireikingunum hjá Team Klaksvík til komandi kappingarár.


Venjarar hjá Team Klaksvík komandi ár vera Svein Rógvi Nielsen Ljósstein og Olgar Danielsen.

Harleyfacadeacryl