Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík fær vitjan av StÍF mikukvøldið

Jákup Ósá

Team Klaksvík er í sjáldsomu støðuni at kunna taka oddasessin í deildini, um væl vil til mikukvøldið.

Team Klaksvík er í sjáldsomu støðuniat kunna taka oddasessin í deildini, um væl vil til mikukvøldið.

Team Klaksvík liggur í løtuni á 3.plássi í FTZ deildini við 6 stigum. Sama stigatal hava H71 ogNeistin, sum liggja frammanfyri, men hava betri málmun. H71 ogNeistin møtast mikukvøldið. Tað merkir, at undir øllum umstøðumkemur Team Klaksvík uppá 2. plássið við sigri, men endar taðjavnt millum Neistan og H71, so leggur Team Klaksvík seg á odda viðsigri.

Men talan verður um harða mótstøðu,tí mótstøðuliðið er StÍF. StÍF hevur vunnið á Kyndli ogKÍF, tapt tepurt á VÍF og tapt móti Neistanum. Vinnur StÍF við4 málum ella meir, so fer StÍF framum Team Klaksvík. Tí er lagt upp til ein spennandi dyst. Júst spenningur hevur eyðkent allar dystirnar hjá Team Klaksvík í ár.

Í Klaksvíkar Badmintonhøll vóruóvanliga nógvir áskoðarar til seinasta heimadyst, og nú liðiðhevur vunnið báðar dystirnar síðani tá, so kann aftur væntastnógv fólk hesaferð.

Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøllbyrjar kl. 20.00.   

Harleywoodpaint