Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík fekk góða byrjan í landskappingini

Norðlýsið

Team Klaksvík spældi og vann fyrsta dystin í Landskappingini á heimavølli í gjár.

Hóast liðið er nakað skert og skaðar, smáskaðar og sjúka eru í hópinum í løtuni, megnaðu Team Klaksvík at koma inn í dystin aftur aftaná eina heldur trilvandi byrjan. Tað skuldi knapt 7 minuttir til áðrenn nýggi liðskiparin og aldurspresidenturin hjá Team Klaksvík Dánjal Kjærbo fekk hol á málskjótingina og eina løtu í fyrra hálvleiki var liðið aftanfyri við 5 málum. Men so kom vend í og bóltanir fóru stong inn heldur enn stong út og liðini fóru til hálvleiks við javnleiki 13-13.

Team Klakvík tøktist at hava meira stýr á dystinum í seinna halvleiki. Liðini fylgdist tó stóran partin av seinna halvleiki, men tá 10 minuttir restaðu í vóru Team Klaksvík stinnari og vístu yvurskot, og fóru frá Neistanum. Endaliga støðan gjørdist 32-27.

Toppskorarin hjá Team Klaksvík gjørdist Sámal á Tjaldrafløtti sum var stórspælandi serliga í seinna halvleiki við 7 málum like the good old days. Eisini kann nevnast at málmaðurin Dávid Henigman stóð ein brand dyst og hevði nógvar stór bjargingar.

Annars skoraðu hesir málini: Brian Slyne 6, Suni Dalsgaard 6, Nikolai Bliznov 6, Tummas Simonsen 2, Beinir, Ludvík, Vilhelm, Dánjal, Petur Martin fingu allir 1.