Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík fer eftir sigrinum

Jákup Ósá

Tað hevur gingið rætta vegin hjá Team Klaksvík, sum leygarkvøldið fær nýggjan møguleika á heimavølli, tá H71 vitjar. Júst H71 hevur fleiri ferðir havt tað trupult í Klaksvík.

Seinasta leygardag vann Neistin 28-27 í Klaksvík og tað staðfesti, at Team Klaksvík kann bíta frá sær. Til tann dystin sóu vit ein betri upplagdan Igor Petrikeev enn framanundan og sum skilst, so er skotsterki bakkurin nú um at vera heilt væl fyri. Team Klaksvík hevur eftir trimum umførum einki stig fingið, meðan H71 hevur 2 stig, sum fyri teir heilt sikkurt er eitt vónbrot.

Dysturin í Badmintonhøllini byrjar kl. 18.00. Í hálvleikinum undirheldur Hans Andrias Jacobsen við tónleiki.