Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík fingið útlendskan styrk

Jákup Ósá

Team Klaksvík hevur fingið styrk undan steypakappingini seinni í januar.

Team Klaksvík hevur fingið styrk undan steypakappingini.

Heri Johnsson, formaður í team Klaksvík, váttar, at felagið hevur gjørt sáttmála við nýggjan leikara. Duško Petrusic er 22 ára gamal leikari, sum eins og Zarko Pejovic kemur frá Bosnia og Herzegovina. Hann spælir vinstri bakkur, men kann eisini spæla mitt fyri. Hann er 197 cm høgur og verður mettur sum ein góður miðverjuleikari. Tað er Zarko Pejovic, sum hevur viðmælt hendan leikaran, sum sostatt kemur inn í hópin fyri Igor Petrikeev, sum ikki kemur aftur til Føroyar.

Duško Petrusic kom til landið í dag og vandi fyri fyrstu ferð við Team Klaksvík í kvøld. Í døgunum 18.-29- januar verður bólkaspælið í steypakappingini, har Team Klaksvík er í bólki saman við KÍF, H71 og Neistanum. Og har er neyvan nakar ivi um, at Team Klaksvík ætlar at yvirraska.

Harleyfacadeacryl