Fyri fyrstu ferð í nógv ár kunnu norðingar síggja ein veruligan oddadyst í manshondbólti á heimavølli, tá Team Klaksvík sunnudagin kl. 17:30 møtir H71 í KÍ-høllini.
Hóast badmintonhøllin ikki er liðug enn, hevur Team Klaksvík fleiri heimadystir í vikuskiftinum.
Meðan bíðað verður eftir nýggja heimavøllinum, mugu aðrar loysnir finnast, og til hetta vikuskiftið er tað eydnast Fríðini Ziskason og teimum at fáa atgongd til KÍ-høllina sunnudagin, har fleiri dystir verða spældir:
Dreingir 14 ár byrja kl 14:25 sunnudagin móti KÍF, og dreingir 17 ár spæla kl 15:15 móti Kyndli. Heimasíðan hjá Team Klaksvík skrivar, at felags fyri hesi bæði liðini hjá Team Klaksvík er, at tey onki hava vant, og tí er tap væntandi.
2. deild spælir kl 16:15 móti VÍF, og www.team-klaksvik.com skrivar, at heimaliðið hevur hesa manningina til hendan dystin: Ovi – Jákup – Asmund – Rógvi – Kristoffur – Jón – Rudolf – Hans Jákup – Pætur – Kristian – Mathias.
Kl 17:30 byrjar tann mest spennandi dysturin, nevniliga tann hjá 1. deild, og mótstøðuliðið er eingin minni enn sjálvt oddaliðið í deildini, H71, sum higartil í kappingini hevur fingið fult stigatal.
Um Team Klaksvík vinnur hendan dystin, kemur veruligur spenningur í deildina. Vinnarin av deildini flytur upp í bestu deildina, nr. 2 fær møguleika at spæla um uppflyting.
Venjarin hevur tikið hesar spælarar út til dystin: Bent – Sylvan – Fríðin – Allan – Niclas – Beinur – Steffan – Gunnar – Heri – Dánjal – Tórður – Willy.
Støðan í 1. deild:
1) H71 10 stig og +62 mál (5 dystir)
2) VÍF 6 stig og +12 mál (5 dystir)
3) Team Klaksvík 6 stig og + 1 mál (5 dystir)
4) StÍF 4 stig og –15 mál (4 dystir)
5) Kyndil 2 stig og –13 mál (5 dystir)
6) Neistin 0 stig og –47 mál (4 dystir)




