TEAM KLAKSVÍK hevur sett Jarvin Feilberg Hansen, sum seinasta árið hevur verið hjálparvenjari hjá føroyameistarunum úr Neistanum, til venjara komandi kappingarár.
Team Klaksvík boðar frá á heimasíðuni, at nú hevur felagið brúk fyrið at koma víðari og flyta upp í bestu deildina.
Tí er neyðugt at seta ein venjara til at taka sær av besta liðinum í felagnum burturav.
Jarvin Feilberg Hansen er klaksvíkingur og hevur í ár verið hjálparvenjari hjá Inga Olsen í besta liðnum hjá Neistanum, sum júst er blivið føroyameistari.
Víðari boðar Team Klaksvík frá, at eisini málverjin Finn á Svøð hevur játtað at koma at leika við Team Klaksvík í komandi kappingarári.




