Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík fyrireikar seg: Team Klaksvík miðar móti Atlantic Airways deildini

Norðlýsið ÍTROTTUR

Hóskvøldið í farnu viku skipaði Team Klaksvík fyri tí fyrsta leikarafundinum hjá nýggja høvuðsvenjaranum, Jarvin Feilberg Hansen, har 18 leikarar møttu.

Heimasíðan hjá Team Klaksvík skrivar, at vónirnar eru góðar eftir at fyrsti leikarafundurin undir leiðslu av Jarvin Feilberg Hansen varð hildin í Badmintonhøllini hóskvøldið.

Á fundinum greiddi venjarin frá sínum ætlanum komandi kappingarár, og leikararnir kundu eisini koma við hugskotum og spurningum.

Tað er nú eisini greitt, at Fríðin Ziskason verður hjálparvenjari hjá Team Klaksvík.

Byrja at venja í
august mánað

Tað er ongin loyna, at málið hjá Team Klaksvík er at vinna sær sæti í bestu deildini komandi kappingarár.

Leikararnir vóru kunnaðir um, at um felagið skal flyta upp, so krevst, at leikararnir leggja alla orku í venjingarnar, sum av álvara byrja í august mánaða.

Tað verða tó einstakar venjingar í komandi mánaða, tí á Norðoyastevnu koma føroyameistararnir úr Neistanum á vitjan. Neistin hevur avgjørt at luttaka í Evropa Cup, so her kuldi verið møguleiki fyri at sæð hondbólt á høgum støði.

Arbeitt verður við, at styrkja um liðið hjá Team Klaksvík við einum ella tveimum leikarum til hendan dystin.

Tað verður eitt spennandi kappingarár, sum stendur fyri framman og fara venjarar og leikarar við góðum treysti í arbeiðshandskarnar.

Málið er greitt: Uppflyting, slær www.team-klaksvik.com fast.