Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Team Klaksvík-H71 21-25

Jákup Ósá

Norðlýsið fylgdi gongdini í dystinum í Klaksvíkar Badmintonhøll millum Team Klaksvík og H71.

Norðlýsið fylgir gongdini í dystinum í Klaksvíkar Badmintonhøll millum Team Klaksvík og H71. Undan dystinum liggur H71 á 3. plássið við 11 stigum, meðan Team Klaksvík er aftast við 6 stigum. 

Dómarar eru Heri Petersen og Thomas Juul S. Thomsen. Dysturin byrjar kl. 20.00 og Norðlýsið fer at fylgja gongdini her á síðuni gjøgnum allan dystin.
Hjá Team Klaksvík er merkisvert at síggja, at Sámal á T. Olsen situr á bonkinum frá byrjan. Team Klaksvík (TK) byrjar við hesum liðnum: Dragan Kondic, Suni Johannesen, Bogdan Florea, Dusko Petrusic, Jens Pauli Mohr, Vilhelm Vilhelmsen og Dánjal Kjærbo.

4 min.: 1-1. Dusko Petrisic og Hallur Biskopstø hava skorað.

5 min.: Mark Lauser Marcher til 1-2 (H71 á odda)

7 min.: 2-3 

7 min.: Suni Johannesen við skjótálopi til 3-3. Framúr útkast frá málverjanum Dragan Kondic, sum hevur spælt væl fyrstu løtuna.

10 min.: Dusko Petrusic til 4-3 til TK. Nú kemur Sámal inn fyri Jens Paula, tá TK er í álopi.

13 min.: Dánjal Kjærbo til 5-4 til TK. H71 tekur time out.

14 min.: Rúni Højgaard til 5-5 við góðum langskoti.

16 min.: Pætur Thomsen til 5-6. Ari Dam bjargar væl bæði frá Bogdan og Andrias.

18 min.: Rúni Højgaard til 6-8. Frammanundan skoraði Sámal á T. Olsen. 

19 min.: Sámal til 7-8. TK í álopi.

20 min.: Sámal til 8-8, men Pætur Thomsen skoraði beinanvegin aftur. 8-9. TK í álopi.

23 min.: Dusko við brotskasti. 9-10. Sámal hevur víst stórspæl í TK álopinum seinastu løtuna.

27 min.: Tóraldur Kollsker er komin inn í H71 málið. Hann tók fyrsta skotið og sendi Rúna avstað við góðum útkasti. 9-11.

29 min.: Tróndur Arge og Sámal á T. Olsen hava skorað. 10-12.

Hálvleikur: Dusko Petrusic skoraði seinasta málið í seinasta sekundinum. Hálvleiksstøðan er sostatt 11-12 og stórur spenningur í til seinna hálvleik. 

Sum heild hevur talan verið ein ein tættan og spennandi dyst, har TK hevði munin eina løtu tíðliga í hálvleikinum, áðrenn H71 kom framum og helt leiðsluna allan vegin. Móti endanum fekk TK minkað um munin niður aftur á 1 mál. Dómaraseðilin fyri fyrra hálvleik er viðheftur. Merkisvert er at síggja, at fyrrverandi H71 stórskjúttin Bogdan Florea enn einki mál hevur skorað fyri TK. Hann hevði tað eisini sera trupult í fyrra dystinum millum liðini bæði, so kanska kenna H71 leikararnir hansara dygdir ov væl og hava tí funnið taktikkin fyri at steðga toppskjúttanum hjá TK hetta kappingarárið.

32 min.: Dánjal hevði stóran møguleika at javna, men Ari E. Dam í H71 málinum bjargaði væl.

33 min.: Dusko til 12-12

34 min.: Dusko misnýtti brotskast.Frammanundan skoraði Hallur til 12-13 við brotskasti.

41 min.: 15-15. Tekniskir trupulleikar hava verið seinastu løtuna. Men Bogdan er komin í gongd og hevur skorað tey bæði seinastu málini hjá TK.

43 min.: Pætur Thomsen við skjótálopi til 16-17

45 min.: Jens Pauli Mohr við brotskasti til 17-17. Síðani misnýtti sami Jens Pauli brotskast, so framvegis 17-17

47 min.: Dusko hevur sitið uttanfyri við skaða seinastu 10 minuttirnar. Andrias til 18-18

49 min.: Framvegis sera spennandi dystur. H71 bonkurin er týðuliga ónøgdur við spælið hjá sínum monnum. Bogdan til 19-19

51 min.: TK hevði møguleikan at leggja seg á odda. Men ístaðin fór H71 í skjótálop tvær ferðir. 19-21. TK tekur time out.
52 min.: Bogdan til 20-21. TK í álopi.
54 min.: Rúni við skjótálopi 20-22. Samstundis 2 minuttir til Bogdan. kann gerast ein dýr útvísing í so avgerandi parti av dystinum.
55 min.: Tóraldur stórbjargar frá Andrias. 20-22

57 min.: 21-23

58 min.: H71 hevur tikið sítt time out. TK dekkar langt úti. Rúni frá vonginum til 21-25 og stutt seinni bleiv tað 21-25 og dysturin er avgjørdur.

Liðugt: 21-25. Tað mest áhugaverda seinastu løtuna var, tá Helgi Hoydal sparkaði til Jens Paula Mohr og átti eitt at síggja til klárt reytt kort, sum dómararnir tó ikki sóu soleiðis til stóra ónøgd fyri heima áskoðararnar og heimaliðið. Hetta hevði tó onga ávirkan á úrslitið og vinnaran. Hóast panikkur tóktist vera á H71 liðnum eina løtu í seinna hálvleiki, so vóru tað teir, sum hildu høvdið kalt seinastu 7-8 minuttirnar og vunnu 25-21.

Dómaraseðilin er viðheftur. Toppskjúttar hjá TK vóru Sámal á T. Olsen og Dusko Petrusic við 5 málum. Rúni Højgaard skoraði 6 mál fyri H71.