Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Team Klaksvík hevur funnið bjørnina

Vinmenninir

Herbjørn Lava hevur skriva undir 3ára sáttmála við Team Klaksvík

 

Team Klaksvík hevur funnið bjørnina til komandi 3 árini. Eftir drúgva tíð í Neistanum við nógvum royndum, hava vit í Team Klaksvík fingið bjørnina norður til ísin har hon hoyrir heima.

Vit kenna Herbjørn frá dagligdegnum og vikuskiftinum. Vit í Team Klaksvík vita hvat Herbjørn kann í fríðtíðini og ikki minst í vikuskiftinum, so vit kunnu vænta nógv av honum.

Herbjørn er ein strikuspælari, hevur nógvar royndir frá nógvum finalum, og er ringur at fáast við á strikuni, tí er hetta ein fongur fyri okkum. Hetta sigur formaðurin á Team Klaksvík Óli Á Gravarbø.

Vit í Norðlýsinum vita at siga at, hetta er ein heftigur sáttmáli sum vigar nógv fyri felagið.

Harleywoodpaint