Team Klaksvík hevur sett høvuðsvenjara fyri kappingarárið 2023/24.
Team Klaksvík boðaði í kvøld sínum hópi frá, at íslendski Finnur Hansson verður høvuðsvenjari hjá felagnum komandi kappingarár. Team Klaksvík hevur eisini sett hjálparvenjara, sum verður Jón Jacobsen, sum í fleiri ár spældi á besta liðnum og sum síðstu árini eisini hevur hjálpt til á venjarasíåuni.
Finnur er kendur í felagnum, tí fyri trimum árum síðani var hann leikandi venjari í felagnum. Síðani tá hevur hann havt ymiskar venjaraleiklutir umframt, at hann hevur verið venjari hjá HSF m.a. sum hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum.
– Síðani eg fór havu eg fylgt væl við gongdini. Tað hevur verið stór framgongd í felagnum og leikararnir hava ment seg. Eg havi verið nógv um landslið, men havai saknað felagshondbólt. Tá so Team Klaksvík vísti áhuga við spennandi ætlanum fyri komandi kappingarár. Vit ynskja at menna alt felagið soleiðis, at Team Klaksvík blívur eitt støðugt felag og eitt av størstu feløgunum, sigur Finnur Hansson við Norðlýsið.


