Team Klaksvík vitjar KÍF og útfrá stigatalvuni, so hevur Team Klaksvík møguleika at fáa stig.
Tað vanliga seinnu árini hevur annars verið, at í Kollafirði hevur KÍF sum oftast vunnið tryggar sigrar á Team Klaksvík. Men skulu úrslitini higartil í ár brúkast sum barometur, so verður kanska annarleiðis í dag. Team Klaksvík hevur spælt tríggjar dystir – allar á heimavølli – og vunnið tveir, meðan KÍF hevur tapt allar sínar tríggjar dystir og liggur aftast í deildini.
Dysturin í Kollafirði byrjar kl. 16.00.




